Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiflotin lagdur

John William Joensen

Talan kann gerast um eitt langt verkfall, sum í fyrstu atløgu neyvan fer at merkjast

Samráðingarnar millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið endaðu úrslitaleysar og uttan at nakað semingsuppskot varð lagt fram.

Tí hevur Føroya Fiskimannafelag lýst verkfall frá kl. 18 í kvøld og tað má verða langt síðan seinast at flotin var lagdur.

Í 90 unum vóru ósemjur við yvirmennirnar, men vit skulu heilt aftur í 80ini fyri at finna ósemju, sum hevur fingið Føroya Fiskimannafelag at lýsa til verkfall.

Av tí at stórur partur av flotanum er komin inn fyri jól verður ikki roknað við at verkfallið far nakrar serligar avleiðingar fyrstu tíðina.

Harafturat er løgtingsval í hondum og tí er einki løgting sum kann leggja uppí arbeiðs ósemjuna.

Tað at semingsmennirnir ikki løgdu nakað semingsuppskot fram merkir, at eitt komandi løgting ikki hevur nakað semingsuppskot at taka støðu út frá – og tí eru tað fleiri sum roknað við einum longum verkfallið.

Men tó far hetta neyvan nakrar ávirkan fyrr enn komið er inn í januar mánaða.