Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiflotin verður lagdur um eingin semja verður áðrenn 1. januar

John William Joensen

Soleiðis tulkar Høgni Hoydal § 7 c. Landsstýrismaðurin fekk munnligan fyrispurning um, hvussu hann tulkar § 7 c í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tað var Jacob Vestergaard, ið spurdi um § 7 c, har hann metir, at landsstýrismaðurin hevur heimild til at leingja verandi loyvir í 5 ár, um eingin semja um nýggja skipan er gjørd áðrenn 1. januar.

– Tá upprunauppskotið um 7.c kom í løgtingið so stóð, at loyvi vera endurnýggjað við fimm árum í senn, um einki verður broytt. Men løgtingið broytti orðingina til at loyvini kunnu (og ikki skulu, blaðm.) vera longd. Og so skal landsstýrismaðurin annars áseta nærri reglur um tað. Tær reglur eru ikki ásettar og vera heldur ikki ásettar av mær. So støðan er tann, at verður eingin lóg samtykt áðrenn 1. januar, so vera eingi veiðuloyvir útskrivað av mær í øllum førum. Og tað haldi eg meg hava fulla heimild til at tulka lógina uppá hendan mátan, serliga eftir at løgtingið broytti lógaruppskotið í 2007, segði Høgni Hoydal í løgtinginum í dag.

Høgni vísti á, at løgmaður hevði somu fatan av tulkingini og tí hava teir sagt rætt, at verður einki gjørt áðrenn 1. januar, so verða eingir loyvir.

Um lógina, sum spurt verður um:

§ 7 c. 15) Hóast ásetingarnar í § 7 b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi.

Stk. 2.Veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í 5 ár. Onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár.

Stk. 3.Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri endurnýggjan av fiskiloyvum til bólk 5, sbr. § 5, stk. 4 og § 7 b.