Aftur í ár skipar Sjómannadagurin fyri væl umtóktu fiskikappingini og vælumtókta
vatnkrígginum. Í ár verður alt tiltakið inni á vágni og eingir fløskupostar vera kastaðir.
– Væntandi luttaka øll sløkkiliðini í ár, so tað verður eitt kríggj av eini aðrari verð.
Fríggjakvøldið byrjar Sjómannadagurin fyri børnini, tá fiskikapping verður. Aftaná fiskikappingina fara børnini um borð á Sjórænara-skip at kasta fløskupost og at kríggjast.
Fiskikappingin
Stór fiskikapping verður fyri ”Sjórænarar” á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir. Til fiskikappingina mugu børnini sjálvi hava tráðu við, men agn fáa tey frá fyrireikarunum.
Vatnkríggj
Tá ið fiskikappingin er av, fara børnini saman við vaksnum um borð á sjórænaraskipini. Børnini skulu vera í bjargingarvestum og helst eisini sminkað sum sjórænarar.
Umborð á sjórænaraskipunum verður ikki farið longur enn út á vágna. Har verður vatnkríggj millum bátarnar. – Best er at vera í klæðum, sum kunnu gerast vát, tí luttakararnir kunnu gerast dýggjvátir. Sjórænarakongurin mælir eisini teimum, sum ætla sær í kríggj, at gera seg til reiðar við vatnballónum, ikki luftballónum.
Tilmelding fer fram í EIK-Banka í Klaksvík og er byrjað.
Reglugerð fyri fiskikapping
Fiskikappingin verður fríggjdagin 22. august kl. 18 á Kósabrúnni.
Tað eru børnini sum fiska og foreldur hava bert loyvi til at hjálpa til við at krøkja agn uppá húkin og taka fiska av húkinum.
Børnini verða deild upp í fýra bólkar: Gentir og dreingir undir skúlaaldur – Gentir og dreingir í skúlaaldri. Øll fiska í senn.
Tá kappingin er liðug skal fiskurin leggjast í stóra posan og navnið á luttakaranum skrivast á seðil og leggjast í ein lítlan plastikk posa, sum síðani verður lagdur í stóra posan saman við fiskunum. Síðani verður posin lagdur har sum vektarmenn eru og øll fáa sunkist og okkurt søtt aftur við.
Vinnararnir av fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á sjómannadegnum leygardagin við stóra morgun matar borið sum byrjar kl. 10. Handanin verður umleið kl. 11.
Reglugerð fyri vatnkríggj
Kl. 19, eftir fiskikappingina, leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.
Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.
Brimil ella Tjaldrið luttaka eisini í vatnkrígginum.
Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini – heimið á Stongunum niðan fyri egningarskúrarnar. Her ber eisini til at síggja vatnkríggið millum skipini. Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.
Øll – bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt tá tær verða kastaðar.
KAPTEYN GARDAR – vatnkríggj
Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini – á bryggjuni frammanfyri KRYVJING . Her ber eisini til at síggja skipini kríggjast á Vánni. Kapteyn Gardar skipar fyri og luttekur í vatnkrígginum!




