Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fiskimálaráðharrin fingið heiðursløn

Jóhann Lützen

Árni Skaale hevur fingið heiðursløn frá FUR fyri at vera eldsál í skótarørsluni í Føroyum

Føroya Ungdóms Ráð handaði í dag heiðurslønir í Smæruni. Árni Skaale, fiskimálaráðharri var ein, ið fekk serligan heiður.

Grundgeving hjá FUR.

Heiðurslønin verður latin fyri:
At vera ein eldsál í skótarørsluni í Føroyum. Eftir at skótaliðið lá í dvala eina tíð, tók hann við sum fylkisleiðari hjá Skótaliði Nólsoyar Páls í 2013. Skótaliðið er vaksið og bjóðar nú virksemi til allar aldursbólkar. Hann var eisini ein av stigtakarunum til at endurbyggja Skúvadalssmáttuna sunnan á Borðoynni við at fáa gamlar og yngri skótar at standa saman um arbeiðið hjá Skótaliði Nólsoyar Páls. Eftir stendur ein perla í tí náttúruvakra Skúvadali, og samanhaldið um skótaliðið er styrkt. Arbeiðið at menna skótaliðið og at gera Skúvadalssmáttuna av nýggjum hevur kravt bæði treysti, dirvi og áhaldni.

Norðlýsið ynskir Árna Skaale hjartaliga til lukku við heiðrinum