Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimálaráði mælir til at geva Nærabergi loyvi til at fiska ídnaðarloyvini sum JFK eigur

John William Joensen

– Eg havi tó ikki ynskt at skapa politiskt rumbul um málið og tí havi eg verið varligur og havt samskifti við allar partar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum onga viðmerking hevur til brævið frá Javnaðarflokkinum

Tað kann sigast at verða ein andsøgn at eitt skip sum Næraberg framvegis liggur við bryggju í Klaksvík, tí skipið sleppur ikki at brúka loyvir, sum reiðarríði eigur. 

Men sum í so mongum øðrum málum um fiskiloyvir, so endar viðgerðin í einari meira ella minni almennum politiskum rúmi har partar av viðgerðini eisini er kastbløka í fjølmiðlunum. Ein umsøkn um fiskiloyvi ella brúksrætti til fiskiloyvi eru umsitingarlig mál sum av røttum átti at verið viðgjørd og avgreidd í Fiskimálaráðnum.

Lógin um vinnuligan fiskiskap gevur ikki loyvi til at skip við størri fiskiorku kunnu koma inn ístaðin fyri skip minni skip, men í lógini er eitt undantak fyri skip sum fiska uppisjóarfisk ella royna uttan fyri føroyskt sjóøkið.

Tað er m.a. eftir hesum leistinum at nýggja Norðborg kom til landið og tá Navigator í síni tíð kom til landið vóru fleiri loyvi løgd saman í eitt.

Næraberg kom síðan inn og slapp at fiska við loyvinum hjá Navigator. Síðan hevur JFK ognað sær onnur ídnaðarlovir og søkir nú um at hesi loyvi verða løgd saman við loyvinum hjá Nærabergi. Men eftir stóra politiska rumbli tá svartkjaftakvotur vóru býttar til skipini er landsstýrismaðurin sera varðin og hevur m.a. sent umsóknina frá JFK til politiska viðgerð í samgonguni.

Jacob Vestergaard sannførdur
Hóast landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard sigur at hann persónliga ikki er í iva um hvat rættast er at gera, so hevur hann valt at vísa stórt varsemið. 

– Umsitingin í fiskimálaráðnum mælir til at ídnaðarlovini verða løgd saman við loyvinum sum Næraberg í dag hevur og harvið sigur umsitingin eisini at tað er í lagið at skifta ídnaðarskip út uttan støddaravmarkingar og sjálvur haldi eg eisini at hetta er rætt og rímiligt.

– Men eftir nógva rokið, sum var av svartkjaftabýtinum, so sendi eg málið til politisk umrøðu í samgonguni og tað er her málið liggur í løtuni. Eg trúgvi ikki at long tíð gongur til landsstýrismaðurin hevur avgreitt málið, men reiðarríði hevur eisini reist aðrar spurningar og hetta verður viðgjørt í løtuni.

– Eg meti tað verða neyðugt at vísa varðsemið – so at ein landstýrismaður av sínum eintingum ikki tekur prinsipiellar støður og tað er hetta sum eg havi gjørt í hesum málinum.

– Eg má eisini vísa aftur at tað skulu liggja politiskar hóttanir í viðgerðini men tað er greitt at politikarar eru ymiskir á málið.

– Eg havi ongar viðmerkingar til brævið sum formaður Javnaðarflokksins hevur sent fjølmiðlunum í vikuskiftinum, men tað er eitt sindur løgið at man viðgerð slík mál í almenna rúminum.

Sambært Jacob Vestergaard fór hann at taka avgerð í einum av komandi døgunum og spurdur um avgerðin bleiv tikin áðrenn Ólavsøku, segði landsstýrismaðurin at ikki var neyðgt at bíðja til løgtingið kemur saman. 

Politiskur ivi/uppíblanding
Hóast formaðurin í Javnaðarflokkinum avsannar í brævið at Javnaðarflokkurin liggur í buktini so er tað eingin loyna at politikarar í øllum trimum samgonguflokkum hava havt ymiskar meinginar um hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap skal tulkast – alt eftir hvønn reiðarar viðkomandi politikari er í familju ella kennskapi við. 

Eisini í flokkinum hjá landsstýrismanninum er ósemja har m.a. tvey av umboðunum hjá Fólkaflokkinum í Vinnunevndini mæltu til at bíðja við at geva loyvi til man hevði havt eina meira djúptøkna viðgerð av lógini.
Men tað er landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, sum situr við seinasta orðinum og sambært honum verður avgerðin tikin í einum av komandi døgunum.