Fiskimálaráðið hevur borið løgtingum ein lista yvri hvørjir bátar fara at missa fiskidagar og hvørjir fáa. Útróðrarbátar í Klaksvík verða sera ójavnt viðfarnir av samgonguni. Havsbrún missir 12% av fiskidøgunum, Kallanes missir 8% av døgunum, Líðhamar fær 8% fleiri dagar og Norðsøki fær heili 15% fleiri dagar. Eisini kunnu vit nevna at Volunteer av Eiði missir 7% av døgunum.

Fyri fyrstuferð síðan lógin um vinnuligan fiskiskap varð sett í gildi, hevur fiskimálaráðið valt at skerja fiskidagarnar hjá summum bátum meðan aðrir fáa.
Fiskimálaráðið hevur gjørt ein frymil og eina útrokning, sum vísir hvussu ójavnt skerjingin rakar.
Bátar sum í fleiri ár hava veitt undir liðini á hvør øðrum, verða viðgjørdir ójavnt við frymlinum , summir fáa meðan aðrir missa.
Høgni Hoydal hevur sent vinnunevndini navnalistar, sum vísa hvør missur og hvør fær.
Bólkur 4B
SA 199 Antares -29%
KG 047 Havsbrún -12%
TG 461 Josely -23%
KG 589 Kallanes -8%
VN 556 Leitisteinur –8%
KG 602 Líðhamar + 7%
KG 538 Norðsøki + 15%
KG 391 RIBA -30%
KG 374 Sigurfari 3%
VN 659 Tindur -32%
FD Volunteer -7%