Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimálaráðið nýggja heimasíðu

John William Joensen

Fiskimálaráðið hevur seinastu tíðina arbeitt við at tilevna nýggja heimasíðu.
Hetta arbeiði er nú komið so langt, at síðan er vorðin almenn.

Størsta innihaldsliga broytingin frá tí gomlu heimasíðuni er helst tann, at tað nú – í samráð við Fiskiveiðieftirlitið – er møguligt at síggja fiskidagar og avreiðingar. Eisini er ætlanin, at fiskiloyvir um stutta tíð skulu leggjast á heimasíðuna. Somuleiðis er ein álmanakki, ið gevur yvirlit yvir úrvalt virksemi hjá ráðnum.
Hetta er fyrsti liður í einari størri menningartilgongd í samband við útbygging heimasíðuni.