Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimannafelagið hevur ongan ábending um at Smyril Line tekur pólendingar fram um føroyingar, sigur Óli Jacobsen

John William Joensen

Hóast tað hava verið innlegg her í kjaktorginum um at Smyril Line setur heldur útlendingar enn føroyingar í starv umborð á Norrønu, so sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, seg ikki vita um nøkur slík mál.

– Vit hava annars regluligt samband við Smyril Line um hesi viðurskiftini og vit fylgja rættuliga væl við á hesum økinum.
– Eg kann bara siga at eingin hevur vent sær til Fiskimannafelagið um at tey eru fyri mismuni viðvíkjandi starvseting umborð á Norrønu.
– Tá søkt verður eftir fólki til hotelvirksemið, skal tað vera kvalifisera fólk sum teir seta. Tey eru ofta trupul at finna í Føroyum og tí hava vit eisini góðtikið at Smyril Line hevur uppbygt sær ein fastan hóp av pólakkum sum eru við í longri tíðarskeið.
– Vit vera eisini javnan spurdir av Innlendismálaráðnum tá pólendingar biðja um uppihaldsloyvi, um tað eisini eru skikkaðir føroyingar til hesi størvini, men vit hava sum sagt ikki havt nakað konkret mál har fólk hava vent sær til okkum tí at tey hava verið fyri mismuni í hesum sambandi.