Í morgun landar Gudrun 4.000 pund av havtasku (+ 2 hemara) til Northern Fish Cold Storage, og Kristin Vilhelmsen sigur at tað er brúkiligur fiskiskapur.
Í morgun landar Gudrun 4.000 pund av havtasku (+ 2 hemara) til Northern Fish Cold Storage, og Kristin Vilhelmsen sigur at tað er brúkiligur fiskiskapur.
Vit hava gjørt seks túrar í februar mánaða, so hóast veðrið hevur verið vánaligt er februar mánaði bara all right.
Eg haldi at fiskiskapurin eftir havtasku og annar fiskiskapur fylgist tí havtaskan etur so at siga allan fisk. Hon er ikki krasin og kemur langt upp í sjógvin og tekur m.a. makrel og sild.
Prísurin liggur vanliga um 30 kr. Pr. Kg. So hesin túrurin var í lagið.
– Men nú boðar hann frá ódnarveðrið so teir næstu dagarnar verður eingin fiskiskapur, sigur skiparin á garnabátinum Gudrun fyri løtu síðan.




