Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiskapurin misjavnur

Oliver Joensen

Ímeðan Línubátarnir tosa um misjavnan fiskiskap, sýnast útiróðrarbátarnir at hava góðan fiskiskap.

Vit tosaðu ídag við tveir línubátar, sum eru á fiskileið, og teir lata misjavnt at. Annar lat illa at fiskiskapinum, ímeðan hin tosaði um brúkiligt fiskarí.
Hesar báðar seinastu dagarnar hevur onkur útiróðrarbátur ligið um 8-9000 pund, og tað má sigast vera gott.
Hinvegin er fiskaprísurin lágur. Fyrr í hest kom meðalprísurin hjá útróðrarbátunum upp í einar 15 krónur fyri kg, meða prísurin ídag liggur um 11 krónur.