Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiskapurin ógvuliga vánaligur

Oliver Joensen

 Tað sigur Bogi Rasmussen, skipari á Christian í Grótinum. Vit tosaðu við Boga fyri løtu síðani og hann letur illa at fiskiskapinum seinastu tríggjar dagarnar. Men sigur Bogi, fiskiskapurin eftur svartkjafti hevur verið sera góður í ár. Men seinastu dagarnar hevur verið nógv lakari. Vit togaðu í 12 tímar hesaferð og fingu 200 tons í og tað er ikki nógv.

Christian í Grótinum hevur 1000 tons inni og skipið lastar 2000 tons. Uppá fyrispurning um hvussu útlitini eru, sigur Bogi Rasmussen, skipari á Christian í Grótinum, at tað er ilt at siga nakað um, sjálvandi rokna vit við, at fiskiskapurin fer at taka seg upp aftur, sjálvt um lítið hevur verið at fingið seinastu tríggjar dagarnar. Vit kunnu velja at fara at leita, men tann møguleikan hava vit ikki brúkt enn, tí vit vita hvat vit hava, so vit fara at síggja tíðina eitt sindur an, men kemur ikki broyting í so er at taka sær annað fyri.

Eg spurdi eisini Boga um nógv lív var at síggja á sjónum kring um teir. Nei, helt Bogi, tað var ikki so nógv, nakað av havhesti, svartfugl hava vit ikki sæð og eg haldi ikki at vit hava sæð nakran hval heldur, so nei, her á leiðini er ikki nógv lív at síggja.

Bogi Rasmussen segði annars, at tað hevði verið gott veður hendan túrin, nakað av sjaski ídag, men nei, fínasta veður at royna í, legði hann afturat.