Hvør er rætta loysnin? Í seinastuni hava vit bæði hoyrt og sæð, at fiskivinnan uppi á landi hevur lagt á annan bógv, við tað at nú verður alt vanligari at fiskavirkini royna at knýta skipini at sær.
Í eitt langt áramál hava serstakliga línu og trolbátar hoyrt til feløg, har eigararnir hava verið knýttir tætt at skipunum sum yvirmenn og dekkarar og hava drivið skipini sum teirra egnu.
Hetta hevur havt við sær, at fiskavirkini ikki uttan víðari hava kunna stýrt fiskinum inn á virkini, tí skipini hava valt at selt fiskin har tað hevur hóska skipinum best.
Nú sýnist ein broyting at vera komin í, við tað at virkir kring um í landinum royna at keypa skip, fyri at hava sum mest ávirkan á hvar fiskurin verður landaður. Ikki soleiðis at skilja, at skipini eru tvungin at selja hvønn stert til virkið, sum eigur skipi, men tó soleiðis at virki sjálvandi kann krevja fiskin um prísurin er í lagi.
Men hetta er nakað, sum vit fyrr hava roynt. Í 60-unum 70-unum og heilt upp í 80-ini var tað vanligt at virkir áttu fleiri skip, men hetta endaði við at virkini sluppu sær av við skipini.
Tann, ið minnist grundgevingarnar tá, kann helst minnast at tosað var um, at hugurin at røkja skipini og reiðskapin hjá teimum, sum sigldu við skipunum, var brúkt sum grundgeving fyri at virkini tá sluppu sær av við tey.
Tosað varð eitt nú um, tá talan var um útróðrarbátar og línuskip, at skipini, har skipari ella manning ikki áttu í, brúktu ov nógvan reiðskap, smiðjurokningarnar vóru ov stórar og annað mangt. Tá var hildið betur, at teir sum brúktu amboðini eisini áttu tey, tí tá var betur farið um.
Flestu munnu minnast seinastu tíðina hjá línubátunum undir fiskavirkjunum, tá meginparturin av føroyingunum vóru farnir í land og útlendingar í stórum tali sigldu við teimum, tí her fekst ikki fólk til tað arbeiðið. Føroyingarnir valdu heldur at fara í land at finna sær eitthvørt annað.
Tað er tí kanska ein spurningur, um júst hetta, at knýta skipini aftur afturat virkjunum verður nøkur loysn. Eftir søguni at døma, eigur tilknýtið til virkini í hvussu so er at hava eitt annað skap, enn tað hevði fyrr, um vit ikki aftur skulu detta í tað grøvina, at tað ikki longur verður lokkandi at vera umborð á línu- og útróðrarbátunum.
Tey, sum kenna nakað til fiskiskap undir Føroyum vita, at tað er hart lív at balast á havinum kring oyggjarnar og drívmegin er tað tú fært afturfyri at vera umborð. Um úrslitið av samanleggingini av skipum og virkjum verður, at úrtøkan og hugurin hjá teimum sum eru umborð minkar, so er vandi fyri at lítið er vunnið.
Tá flakavinnan byrjaði her í Norðoyggjum, í 50-unum og 60-unum framleiddu tey 14 punds blokkar, 5 punds detailpakning og 1 punds detailpakning av fiskavørum og hyggja vit eftir somu virkjum ídag, so verður stórur partur av tilfeinginum framleiddur á líknandi hátt hóast fólk flest ídag antin eta í kantinum ella keypa sær liðugtvørur.
Spurningurin er tí um tíðin ikki er við at fara frá traditionellu fiskavirkjunum og um vit ikki heldur skulu fara at hugsa um at flyta framleiðsluna úr fiskinum út á havi, eins og vit gera í Barentshavinum og aðrastaðni.




