Fýra teir seinastu túrarnar hevur Helena roynt við Eysturgrønland og í Íslendskum sjógvi.
Fýra teir seinastu túrarnar hevur Helena roynt við Eysturgrønlandi og í Íslendskum sjógvi. Fiskiskapurin hevur verið heldur misjavnur og hava teir verið nakað darvaðir av veðrinum.
Mikudagin legði Helena veiðuna upp, sum teir hava veitt seinasta túrin við Grønlendsku eysturstrondina uttanfyri Angmagssalik.
Helena fór av Klaksvík tann 15 oktobur við 12 monnum til toskafiskiskap í Grønlandi. Eftir at teir høvdu havt 10 setur fóru teir inn til Ísland at leggja veiðuna upp. Fiskaprísurin í Íslandi er heldur minni enn í Føroyum, men av tí at siglitíðin er so long, um teir skuldu til Føroya við veiðuni, so var mett at tað var frægast at leggja veiðuna upp har.
Tá veiðan var løgd upp í Íslandi var farið aftur í Grønlendskan sjógv, og varð fyrsta línan fingin í sjógvin tann 6. november. Aftur hendan túrin høvdu teir 10 setur, áðrenn leiðin var sett ímóti landi – hesiferð ímóti Føroyum. Fiskiskapurin var heldur smáligur. Umleið 95% av fiskinum var toskur. Eitt sløg av Lira var eisini verið uppi í.
Veiðan hesar báðar túrarnar hevur ligið um 70 – 80.000 pund pr. túr.
Vónirnar vóru annars sera góðar áðrenn teir fóru til Grønlands. Tá teir fyrr í summar royndu eftir kalva í Grønlandi, lá nevniliga ein trolari beint við og rokast og við rættuliga nógvum fiski. Per Simonsen, skipari, sigur tó, at sjálvt um teir ikki fingu so nógv, sum teir høvdu vónað, so hava hesir báðir seinastu túrarnir verið á góðari leið. Teir hava selt fyri umleið 1,5 mio. kr.
Í summar og í heyst gjørdi Helena tveir túrar eftir kalva. Ein túr í Grønlandi og ein í Íslendskum sjógvi. Túrin í Íslandi fingu teir umleið 30 tons av kalva. Men túrurin í Grønlandi var knapt so góður.
Per Simonsen sigur, at teir væntandi byrja nýggjan túr síðst í vikuni. Tá fara teir undir Føroyar at royna.




