Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnan aftaná 18

Erhard Jacobsen

Eitt av stóru stríðsmálunum í hesum valstríði er tað, sum hevur verið rópt fiskivinnunýskipan. Nógv tosa um hetta, men fá munnu skilja, hvat hetta í grundini snýr seg um.

Eftir galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap er áseting sum sigur, at veiðiloyvi, sum eru latin sambært lógini, hava gildi til 1. januar 2018. Tey kunnu tó endurnýggjast í 5 ár í senn, og loyvi latin eftir 1. januar 2018, hava eisini gildi í 5 ár. Leggið til merkis orðingina ‘latin’. Tí tað er landsstýrismaðurin sum skipar fiskiskapin, herundir eisini skipanina við veiðu- og fiskiloyvum. Hetta merkis sostatt, at tað er landsstýrismaðurin, sum ‘letur’ fiski- og veiðiloyvi, og tað ger hann eftir eini kunngerð, sum hann sjálvur ger.

Atfinningarnar móti verandi lóg snúgva seg fyri tað fyrsta um, at hon í grundini onki sigur um, hvussu tilfeingisrentan, sum kann vera rættiliga stór, skal býtast millum aktørar í vinnuni og landið.
Lógin er eitt slag av planbúskapi, tí tað sum nevnt liggur hjá einum landsstýrismanni at ‘lata’ veiði- og fiskiloyvi, og spurningurin er so, hvussu og til hvønn letur hann hesi?

Hitt er so spurningurin um at fáa sum mest burtur úr fiskivinnuni.

Tey, sum trúgva upp á at marknaðurin er svarið, siga, at effektivitetur og dynamikkur bara fæst í vinnuna, um fiski- og veiðiloyvi verða seld á einum uppboði. Hetta kann vera rætt, men púra frítt verður tað nú ongantíð, tí reguleringar skulu til, og so er spurningurin, hvussu man fær sum mest burturúr við eini marknaðar- ella søluskipan av veiði- og fiskiloyvum, sum skal virka saman við teimum reguleringum, sum altíð fara at verða neyðugar.
Her kann verða talan um reguleringar, sum snúgva seg um at tryggja, at tilfeingið ikki fer á fremmandar hendur, men kemur Føroyum og føroyingum tilgóðar. Tað snýr seg eisini um stovnsrøkt, brúksskyldu, krav um, at alt, tað verið seg eisini høvd og garnar, skal takast við til lands, krav um góðsking av veiðuni og um møguleikar og rættindi hjá teimum ymsu veiðhættunum.
Hetta eru bara nakrir av spurningunum, sum støða má takast til, tá ið ein fiskivinnunýskipan skal gerast.

Tað er heldur ikki nóg mikið, at fiskivinnan er effektiv, tí umsitingin av fiskivinnunini skal eisini vera skilagóð og tryggja effektivitet, rættvísi og gjøgnumskygni. Og tað er ikki smávegis at krevja av politikarum, sum plaga at dáma at gera, júst sum teir sjálvir vilja.
Ein avgerandi spurningur her er, um vit skulu vit hava eina fakliga umsiting ella eina politiska umsiting?

Lógin um vinnuligan fiskiskap ger greitt, at ognarrættur fylgir ikki við, um tú fært tillutað eitt fiskiloyvi. Um vit hava tíðaravmarkað loyvi, og tað meini eg vit skulu hava, so tekur seg upp spurningurin, hvussu hesi so verða tikin aftur ella kanska seld øðrum. Herundir er eisini spurningurin um skatting av vinningi av sølu av fiskiloyvum millum privatar aktørar.
Tað hevur verið víst á, at tað hevur týdning fyri rættarkensluna, at rætt verður farið fram í fiskivinnuni. Í hesum liggur eisini, at øll skulu hava somu rættindi til vinnu. Tað merkir sjálvandi ikki, at øll skulu sleppa framat at fiska, sum onkur hevur ført fram sum ræðumynd. Men eisini her eru møguleikar fyri, at ordiligir reiðarar og fiskimenn ikki sleppa framat, men at vinnan verður rein spekulatiónsvinna.
Ein uppboðsskipan kann vera góð, men ber til við eini slíkari at tryggja, at fiskiloyvini ikki enda hjá nøkrum fáum stórum aktørum? Og ger tað í grundini nakað, um so verður? Er alivinnan ikki eitt dømi um, at tað er ein fyrimunur, at fáir sterkir aktørar eru í vinnuni?

Sum tit síggja, so havi eg spurt meira, enn eg havi svarað.

Høvuðsspurningarnir í eini fiskivinnunýskipan eru, hvussu tilfeingisrentan verður býtt, og um tað skal fara fram við at selja fiski- og veiðiloyvi, ella skal tað vera við eini skatta- ella avgjaldsskipan.
Hin spurningurin er, hvussu vit skipa fiskivinnuumsitingina, soleiðis at hetta ikki nervar effektivitetin í fiskivinnuni ov nógv, men samstundis fer fram á umsitingarligan rættan hátt og gjøgnumskygt.

Eg haldi tað hevur týdning, at vit ikki hava alt ov avgjørdar meiningar um hetta stórmál, sum ein fiskivinnunýskipan er, longu nú í hesum valstríðnum. Ongin av teimum víðgongdu sjónarmiðjunum hevur rætt, og tí má ein semja finnast.

Gera vit onki, so heldur verandi fiskivinnuskipan fram bara við teirri broyting, at veiðiloyvi aftaná 2018 eru galdandi í 5 ár. Tann nógvi makrelurin, sum svimur í okkara sjógvi ella sum vit hava tryggja okkum lut í, ger menn kátar, og fær teir at halda, at væl stendur til. Men hvussu longi hava vit makrelin?

Eg eri valevni fyri Nýtt Sjálvstýri, og eg ætli mær, tá eg komi á ting, at virka fyri eini semju um fiskivinnuna. Talan verður um eina nýskipan, sum skal tryggja rættvísi, møguleikan at reka vinnu og at samfelagsatlitini verða vird. Tað verður spennandi og ikki fyri veikar sálir at fáa gjørt eina slíka semju.

Erhard Jacobsen, valevni fyri Nýtt Sjálvstýri