Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnan eigur at vera krumtappurin

John William Joensen

Í vikuni kom so nýggja Norðborg, eitt skip, ið føroyingar kunnu vera stoltir av, og vit á Norðlýsinum fara at ynskja eigarunum og samfelagi okkara hjartaliga tillukku við frambrotinum.

Tað er líka sum um, at føroyska samfelagið seinnu árini alt meira og meira hevur flutt seg frá fiskivinnuni, hóast tað er innan hesa vinnu við øllum tí, sum hongur uppi í vinnuni, at vit føroyingar hava ovurstóra vitan og so mikið væl hevur verið skipað fyri, at tað er hendan vinnan, sum enn ídag stendur fyri nærum øllum útflutningi føroyinga.

Men millum ungfólki verður fiskivinnan raðfest aftarlaga, og stóran part av skuldini fyri hesum, eiga skúlarnir á øllum stigum. Tá hugsað verður um fiskivinnu, ja, so verður fokus sett á egning ella reinskering á einum flakavirki, men sannleikin er at fiskivinnan er so nógv annað, og tað eru hópin av útbúgvingum, sum relatera til fiskivinnuna ið vit føroyingar óivað áttu at lagt nógv størri dent á.

Setir tú eitt nú fokus á Norðborg, so er einki sum líkist einum køldum egningarskúrði, nei, hetta er ein háteknologisk framleiðslumaskina, ið krevur fólk við vitan á øllum plássum, men hesa vitan hava fleiri teirra noyðst uttanlanda fyri at fáa. Vit hava maskinskúlar sjómansskúlar og ein spír av einum fiskivinnuskúla og tað er alt ov lítið. Vit áttu at sett nógv størri fokus á ungdómin at útbúgvi hann at granska meira í tilfeinginum vit hava, nevniliga alt, sum í havinum er, hvussu vit best kunnu gagnnýta og taka burturúr ymsu stovnunum.

Tey, ið vóru til móttøkuna av Norðborg løgdu til merkis, at har komu serkøn fólk úr Noregi, Chile og Íslandi at vera við til trimmingina av skipinum til fyrsta túrin, so verður tosað um útbúgvingar av fólki innan fiskivinnuna, so er spektrið breitt og summar av útbúgvingunum, sum fólkið, ið har var møtt upp hevði, hevði tú kanska aldri hugsað hevði nakað sum helst samband við sild ella svartkjaft.

Einasta veruliga tilfeingi vit hava í løtuni er tað, sum finnst í havinum, harafturat eru vit í ferð við at krevja stóra víðkanir av okkara havøki, so tað er onki at ivast í, at tað er á hesum økinum vit eiga at seta inn. Um eitt nú okkara egna KT vinna spesialiserar seg í ymiskum innan okkara egnu veiðu, ja, so var ikki óhugsandi at okkurt kundi spurgst burturúr, sum aðrir vildu keypt frá okkum.

Tí eigur fiskivinnan at vera krumtappurin bæði í føroyska vinnulívinum, men so sanniliga eisini í okkara útbúgvingarviftu.