Fakfeløg gera einki fyri fiskimenn og hvør einstakur ger beinleiðis avtalur við skiparan, sigur Quentin Bates, sum starvast sum blaðmaður á enska tíðarritinum Fishing News.
Fyrst í oktober mánaða 2004 vitjaði enski fiskimálaráðharrin, Ben Bradshaw, í Føroyum.
Tá ferðalagið við enska fiskimálaráðharranum kom á almenna vitjan í Klaksvík var boðið til borðs í býráðshúsinum.
Tað rann kalt niður eftir rygginum hjá kokkinum hendan dagin, tá føroyskir embætismenn gjørdu vart við at ráðgevarar, sum vóru við í fylginum hjá Ráðharranum, vóru vegetarar??
Tá pressan fekk høvið at hitta ráðharran á málið varð hann spurgdur um hvussu stórur partur fiskivinnan var av hansara starvsøki – og svaraðir hann at fiskivinnan var minni enn 5% av hansara starvsøkið.
Quentin Bates, sum starvast, sum blaðmaður á enska tíðarritinum Fishing News, greiðir frá at bretskir sjómenn hava sera trupular umstøður at virka undir – tí fiskivinnan í Bretlandi ikki longur er partur av almenna kjakinum.
– Tá vinnan var í hæddini fyrst í 60unum vóru fakfeløgini hjá sjómonnum løgd undir tey stóru nationalu fakfeløgini.
– Sum tíðin gekk duttu áhugamálini hjá sjómonnum fullkomuliga niðurímillum og í dag megnað fakfeløgini als ikki at seta fokus á umstøðurnar hjá sjómonnum.
– Tað eru tó skattafyrimunir til siglandi og tann skipanin gongur út uppá at um tú ert burtur í meira enn eitt ávíst tal av døgum í árinum sleppur tú undan at gjalda skatt.
– Men hetta er bara fyri tey, sum sigla við faramskipum – tí fiskimenn koma ongantíð upp um markið.
– Støðan er tann at enskir fiskimenn hvørki hava nakrar skattafyrimunir ella nakra skipan um minstaforvinning – sum m.a. er galdandi í Føroyum.
– Hetta hevur ført til at fiskimenn arbeiða svart .
– Flestu fiskimenn hava bara eina avtalu við skiparan á tí bátinum teir sigla við og fáa lønina útgoldna í hondina.
– Tað sigur seg sjálvt at her eru ongar fastar avtalur um prosentir – arbeiðsumstøður og annað.
– Tó eru tað nógvir sum hava eina góða inntøku á sjónum – men sera avmarkað er hvat samfelagið far burtur úr vinnuni, sigur Quentin Bates, sum dagliga arbeiðir sum fjølmiðlamaður í fiskivinnumálum í londunum kring norðuratlantshavið




