Tilfeingisgjaldi hækkar ógvusligt á fiskivinnuna og alivinnan skal rinda 108 mió. kr. ella meira enn tvífalt so nógv sum hon rindar í dag. Rokningin til kommunurnar fer at merkjast tí manningarnar rinda tilfeingisgjald av hýrunum.
Tilfeingisgjaldi hækkar næstan 40% á fiskivinnuna og alivinnan skal rinda 108 mió. kr. ella meira enn tvífalt so nógv sum hon rindar í dag. Rokningin til kommunurnar fer at merkjast tí manningarnar rinda tilfeingisgjald av hýrunum.
Kristina Háfoss og Aksel V. Jóhannesen løgdu komandi fíggjarlóg fram á tíðindafundi í morgun har samstundis varð boða frá at 15% av kvotuni í Barentshavinum skal latast hægstbjóðandi. Fyri kortum boðaði Fiskimálaráðharrin frá at Svarkjaftakvotan skuldi gerast til felagskvota har øll fiskaðu kapp móti hvør øðrum eins og gjørt var við toskakvotuna á Flemish Kap í fjør.
Høvuðtølini
· 12 mió yvirskot
· 220 mió. til íløgur
Skattalætti til lág- og miðallønt
· 150 mió kr latast í lætta til lág og miðallønt
· Einfaldari og stigveksandi skattastigi
Barsilsloyvi leingjast
· Úr 38 til 44 vikur
· Gjaldið hækkar 0.07 %
Familjuískoyti til fátækar familjur
o 8,6 mió settar av
Kringvarpsgjaldið umleggjast
o 1800 kr. fyri hvønn einstakan/150 kr. um mánaðin
o Øll undir 24 ár frítikin
o Yvir 66 ár rinda 50 krónur.
o Frítaka kringvarpsgjaldið fyri mvg
Pensjónistar fáa ein lætta
· Samhaldsfasti hækkar
· Viðbótin hækkar
· Grundarupphæddin lækkar
· Kringvarpsgjaldið lækkar
Hægri útbúgvingar
· Búskaparfrøði byrjar á Setrinum í 2016
· Fleiri sjúkrafrøðingar takast inn á Setrið
· 8 mió. settar av til Kampus
Talgilding
o 10 mió til talgilta undirskrift
Gjøld á ali- og fiskivinnu
• Alivinnan rindar 108 mió. kr.
• Fiskivinnan rindar 178 mió. Kr.
• 15 % seljast á uppboði
Hægri gjøld
o Inngjaldið til Samhaldsfasta hækkar
o Hægri bensil- og diesel avgjøld
o Barsilsgjaldið hækkar
Annað
o Útlendingarmál yvirtakast
o Landsbankin endurstovnaður
o Búskapargrunnur setast á stovn
Hægri neyðhjálp




