Fiskivinnan hevur ligið okkum norðoyingum og fólkinum í eysturoynni sera nær. Tað er valla heim í hesum eftir hondini samansjóðaða økinum, ið ikki kann knýta bond til fiskivinnuna á ein ella annan hátt.
Fiskivinnan hevur ligið okkum norðoyingum og fólkinum í eysturoynni sera nær. Tað er valla heim í hesum eftir hondini samansjóðaða økinum, ið ikki kann knýta bond til fiskivinnuna á ein ella annan hátt.
Klaksvík verður mangan nevnd sum fiskivinnuhøvuðsstaðurin i landinum. Helst er eisini nakað um hetta, hóast Klaksvíkin, mált í útflutningstølum mangan hevur havt drúgvar kappingarneytar.
Orsøkin til at býurin fær heitið fiskivinnuhøvuðsstaður man helst meiri koma av, at hetta er næststørsti býur í landinum og tí býurin hevur ligið frammanfyri høvuðsstaðin mangan, tá ið um fiskivinnu hevur verið røtt.
Tíðir broytast. Ídag er tað nevniliga so, at stórur partur av skattainntøkunum hjá Klaksvíkar Kommunu koma als ikki frá fiskivinnu. Tó er fiskivinnan sera stór og dominerandi í býnum enn, og tí verður fyrst og fremst hugsað um fiskivinnuna, tá Klaskvík verður umrødd í landshøpi, sjálvt um sjúkrahúsið viðhvørt eigur yvirskriftirnar.
Tað er tí sera nátúrligt, at býráðið skipar fyri Torradøgum í Klaksvík, har fokus fyrst og fremst verður sett á fiskivinnuna, í vinnuligum høpi.
Kjartan Hoydal hevði ein sera áhugaverdan søguligan fyrilestur um føroysku fiskivinnuna, hvussu hon hevur háttað sær í seinnu helvt av 20 øld til dagin ídag.
Mikukvøldið skuldi so stóri Fiskivinnutoppfundurin vera, har ovastu lyklapersónarnir hjá teim ymsu politisku flokkunum skuldu luttaka. Hvussu bleiv við Framsókn vita vit onki um í skrivandi stund ljóðar at flokkurin møtir ikki upp, orsakað av at Janus Rein, útbrótari úr Framsókn er boðin við.
At fyriskiparin fyri Torradagarnar setir alt inn uppá at fáa fiskivinnuna tugda og tannlaða so væl sum gjørligt her í fiskivinnuhøvuðsstaðnum er at fegnast um, tí tað er her hásætið hjá fiskivinnuni er. Tað er her tú fært samband við egnaran, útróðrarmannin, apurnar á trolarunum, skipararnar og reiðararnar. Tað er her, politisku ábyrgdarpersónarnir eiga at fáa dialogin við vinnuna, sum skal arbeiða undir fiskivinnuásetingum landsins.
Vit kunnu kanska siga, at Kjartan Hoydal var fiskivinnuteknikarin, ið væl og virðiliga fekk greitt frá trupulleikum, sum fiskivinnan hevur havt gjøgnum tíðirnar og eisini kom hann varðisliga inná umrøðuna um fiskaloysið, sum ídag valdar.
Hinvegin hava vit lógarsmíðararnar, politikararnar, ið Torradagarnir eisini hava serverað fyri okkum.
Fiskivinnan hevur rættuliga verið undir luppi í fiskivinnuhøvuðsstaði Føroya í hesum døgum, og tað er at fegnast um, tí onki at ivast í, er hetta við til at skapa ein betur digalog ímillum vinnuna og tað almenna.




