Soleiðis sum valstríðið hevur háttað seg higartil, skuldi man trúð, at fiskivinnan er tann størsti trupulleikin í føroyska samfelagnum í dag. Sannleikin er tó, at fiskivinnan í flestu førum virkar væl. Vit eiga ikki at broyta karmarnar í óðum verkum og kasta vinnuna út í óføri.
Kjakið kring føroyska fiskivinnu í dag er merkt av øsing. Tað førir sjáldan til skilagóðar loysnir. Og tað er ikki tørvur á kollvelting í føroyskari fiskivinnu í dag. Veruleikin er, at fiskivinnan sjáldan hevur virkað betur enn nú, hóast ávísir partar av flotanum klára seg illa.
Um vit samanbera við áttati- og nítiárini, stendur væl til í føroyskari fiskivinnu. Í 90-unum misti landskassin umleið 2 milliardir krónur í landskassalánum og -veðhaldum, og almenni rakstrarstuðulin til fiskivinnuna var omanfyri eina hálva milliard um árið. Um eitt skip fer av knóranum í dag, eru tað bert eigararnir, sum missa pengar, og ikki landskassin. At kalla eingin studningur er eftir í fiskivinnuni. Tað er landskassin eisini leysur av.
Fiskivinnan hevur seinastu nógvu árini virkað undir teimum kørmum, sum politiska skipanin leggur. Tá karmarnir eru lagdir ber ikki til at endavenda skipanini í tíð og ótíð. Vinnan roynir bert at fáa sum best burturúr innan fyri teir karmar, sum myndugleikarnir hava lagt.
Nýggir aktørar og uppboðssøla.
Fleiri tosa í hesum døgum um, at tað skal vera lættari hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna. Og í hesum sambandi hevur ein uppboðssøla av rættindum verið nevnd sum amboð.
Til hetta er at siga, at JFK-samtakið hevur keypt eina røð av skipum og loyvum í heimaflotanum seinastu árini – bæði línuskip og trolarar. Hetta er gjørt fyrst og fremst við tí fyri eyga at fáa rávøru til vega til Kósavirkið.
Sera lítil áhugi hevur verið fyri hesum skipum, hóast hetta hevði verið eitt gylt høvi at sleppa inn í fiskivinnuna. Orsøkin til lítla áhugan er, at skipini ikki hava havt ein sunnan rakstur. Tað hevði verið lætt hjá nýggjum aktørum at komið inn í vinnuna, men eingin áhugi var.
Hetta er ikki nakað nýtt. Seinastu 30 árini hava kreppur verið, har fleiri partar av fiskiflotanum hava haft tungan rakstur, og tað tí hevur verið bíligt hjá øðrum at komi inn í vinnuna. Men tað hevur víst seg, at áhugin hevur øll hesi árini verið rættiliga lítil, so teir somu “gomlu travararnir” hava verið noyddir aftur at spent seg fyri og
ofta veðsett allar ognir og hús og heim fyri at læna sær nøkur oyru til eginpening og royna at fáa skipini í gongd aftur. Og tá lítil áhugi er, er neyðugt við stórum og sterkum feløgum, fyri at fáa eina vælskipaða vinnu, sum kann tryggja manning, starvsfólkum og peningastovnum tryggar karmar fyri framhaldandi rakstri.
Eftir míni meting fer ein uppboðssøla at hava júst øvugtu ávirkan. Tað er heilt vist, at eingin vanligur banki fer at fíggja keyp av rættindum uttan so, at keyparin hevur stórar upphæddir í eginpeningi og tað verður eisini ógjørligt hjá ungum monnum, sum ætla sær at keypa skip og rættindi, at fáa fígging til skipakeyp um ikki tann, sum fíggjar, hevur trygd fyri at hesin, sum skal keypa, hevur atgongt til rættindi. Tí fara bert aktørar, sum eru fíggarliga sera sterkir at hava møguleika at keypa á eini uppboðssølu og avleiðingin kann rættiliga skjótt gerast enn størri miðsavnan av fiskivinnuni.
Í fyrstu atløgu kann tað fara at henda, at tær fyritøkur í Føroyum, sum í dag eru sterkar fara at keypa, men tað er so sera skjótt, at hesir ikki fara at hava fíggjarliga orku ímóti teimum, sum kanska í samstarvi við útlendsk fiskivinnufeløg fara at keypa. Tað kann skjótt gera útlendsku ávirkanina størri enn gott er.
Eisini fer ein uppboðssøla at skapa ótryggleika og hava við sær, at sjómenn ikki vita, um tað skip teir eru við, fer at hava rættindi fyri eina rímiliga tíð frameftir og harvið er vandi fyri, at góðir sjómenn velja fiskivinnuna frá.
Móti hesum sjónarmiðlum hevur verið nevnt, at so nógvar avmarkingar skulu setast í sambandi við uppboðssølu, at øll fara at hava møguleika at keypa. Trupulleikin við hesum er bara, at so fer landið ikki at fáa pengar av týdningi burturúr.
Hetta førir okkum yvir til hitt sjónarmiðið, sum er grundgeving fyri uppboðssølu, nevniliga at ein slík skipan fer at geva Landskassanum mest inntøku. Hetta er so ikki galdandi um avmarkingar av týdningi fara at vera.
Um rættindi verða seld á uppboðssølu fyri longri tíðarskeið, verður eisini sera tilvildarligt hvat fæst burturúr. Prísásetingin fer at fara fram júst tá uppboðssølan er. Tvs at prísásetingin verður við støði í útlitunum júst tá. Um til dømis uppisjóvarloyvir vórðu seld á uppboðssølu fyri td. fimm árum síðani, hevði prísurin verið ein heilt annar enn nú.
Um hinvegin loyvini verða seld fyri stutt tíðarskeið, verður ógjørligt at fíggja skip uttan sera stóra eginogn, tvs. at bara tey sera sterku feløgini fara at hava møguleika at keypa.
Um hugsað verður um inntøkur til Landskassan, er helst lítið at ivast í, at skatting er rætta amboðið, tvs. at skipanin við tilfeingisgjaldi heldur fram. Hvussu høgt hetta gjald skal verða, er so upp til politikkararnar at taka støðu til.
Fiskivinnan øðrvísi viðfarin
Fyri okkum í fiskivinnuni er tað løgið at síggja, hvussu fiskivinnan verður drigin ígjøgnum manesjuna í hesum valstríðnum, meðan tað er næstan púra kvirt um alivinnuna. Eingin tosar um at bjóða alifirðirnar út á uppboðssølu. Hetta hevði heldur ikki verið rætt, men tað løgna er, at fiskivinnan og alivinnan fáa so ójavna viðferð í almenna kjakinum.
Nógvir politikarar tosa um, at útlendskur kapitalur skal úr fiskivinnuni. Samstundis er ein stórur partur av alivinnuni á útlendskum hondum. Men eingin tosar um tað. Hetta er undranarvert fyri tey, sum virka í fiskivinnuni. Tað er óskiljandi, at ávísir politikarar vilja forbjóða útlendskum kapitali í fiskivinnuni, meðan alivinnan ikki skal hava somu avmarkingar.
Tað besta úrslitið spyrst burturúr, tá ið vinnan fær frælsi at virka og at skipa virksemið eftir bestu evnum. Í dag hevur tað eisini stóran týdning, at keyparin á altjóða marknaðinum veit, hvørji rættindi vit sum seljarar hava í framtíðini. Tað gevur betri prís í longdini, og tað kemur eisini manningini til góðar.
Teori og praksis
Sannleikin er, at enn hevur eingin givið eitt veruligt boð uppá, hvussu ein teoretisk uppboðssøla skal virka í praksis. Tey flestu í vinnuni standa eisini spyrjandi.
Tað kann sum nevnt góðtakast at áleggja tilfeingisgjøld, tá tað gongur óvanliga væl í vinnuni, og vónandi kemur hetta tí føroyska samfelagnum til góðar. At bjóða alt tilfeingið út á uppboðssølu tænir hinvegin ongum endamáli.
Støðug politisk viðurskifti hava alstóran týdning fyri framtíðar menning av føroyskari fiskivinnu. Tá einki annað land nýtir uppboðssølu til at býta fiskirættindi, er tað løgið, at Føroyar skulu vera tað einasta.
Klaksvík, hin 26. August 2015
Hanus Hansen, stjóri í JFK