Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnufundur í Klaksvík

John William Joensen

Mánakvøldi skipaði Norðoya Sambandsfelag fyri almennum fundi í Býráðshøllini við evninum fiskivinna.

Býráðshøllin var fullsett av  reiðarum, útróðrar-, trolmonnum, politikarum og øðrum, sum á ein ella annan hátt eru knýttir at vinnuni.
Formaður Sambandsflokksins, Kaj Leo Jóhannesen, legði fyri og eftir hann hevði fiskimálaráðharrin eitt innlegg.
Kaj Leo var samdur við stjóranum í JFK um at tað neyvan fór at bera til at fiskur framhaldandi sleppur óvirkaður av landinum í so stórum nøgdum, sum vit eru vitnið til í dag. Kaj Leo undirstrikaði tó at hann ikki dámdi at politikarar skuldu blanda seg upp í vinnuna.
– Men tað kemur eitt skeringspunkt har tað ikki ber til hjá politikarum bert at standa og hyggja, at meðan fólk í hópatali verða send til hús.

Grímur vil hava
frítt at fara
Grímur Lassen, reiðari á Jákup B og Líðhamri, gjørt vart við at hann var hart ímóti at politikarar løgdu nakrar sum helst forðing í vegin.
– Tað eru politikararnir og arbeiðarafeløgini, sum gera tað dýrt at virka fiskin í Føroyum og tí áttu politikararnir og arbeiðarafeløgini fyrst at tikið í egnan barm áðrenn forðingar vóru settar fyri virkseminum hjá veiðuflotanum.

Bjørn vil broyta lógina
Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, segði at í løtuni arbeiddi hann við at broyta lóggávuna um vinnulíga veiðu.
– Tað eigur ikki at verða ein uppgáva hjá landsstýrismanninum at virka sum málsviðgeri hjá hvørjum manni sum skal hava nýggjan bát ella skal hava eitt gogguloyvi. Lógin eigur at vera somikið greið at hetta verður avgreitt av umsitingini og um so onkur er misnøgdur við tað viðgerð sum viðkomandi hevur fingið, so eigur sjálvandi eisini at verða møguleiki at klaða til eina nevnd ella landsstýrismannin sjálvan.
Í hesum sambandi nevndi  Kaj Leo at í Svørríkið er støðan beint tann øvugta, tí har kann ein ministari verða ákærdur um hann leggur seg út i nakað einstakt mál.

Heini bangin
fyri serfrøðini
Heini O. Heinesen, fyrrverandi formaður í fiskivinnunevndini, var ikki samdur í at leggja alla ábyrgd til umsitingina.
– Um so verður gjørt hevur landsstýrismaðurin fullkomuliga slept endanum, segði Heini.
Fyrrverandi Tjóðveldistingmaðurin kom síðani inn á nógv umtalaðu fiskidagaskipanina
– Í hesum døgum ferðast fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Jørgin Niclasen, land av landi og prædikar fyri lærdum og ólærdum hvussu føroyska fiskidagaskipanin hevur bjarga fiskatilfeinginum kring Føroyar.
– Hettar er beinleiðis lygn og vísir bara at maðurin hevur fullkomuliga misskilt hvussu skipanin hongur saman.
– Fiskidagarnir eru bert ein skipan sum verður brúkt til at bíta veiðirættindi út. Í stuttum er hon einki annað enn ein rokniháttur.
– Tað sum hevur bjarga føroysku fiskistovnunum eru tey friðaðu økini sum komu í gildi longu í 1994.
– Hetta sæst eisini aftur í hagtølunum, og verður hugt í tey,so eigur ein at leggja til merkis at fiskidagaskipanin ikki varð sett í gildi fyrr enn í 1996.
– Stongdu leiðirnar hava givið fiskinum livilíkindi og harafturat eigur at vera havt í huga at tað eisini hevði alstóran týdning fyri stovnarnar at vit fingu ídnaðarbátarnar út av Føroyagrunninum.

Hanus um
støðuna hjá Kósini
Hanus Hansen, stjóri á JFK, greiddi frá at støðan í løtuni var tann at Kósavirkið ikki fær neyðugu úrtøkuna burtur úr tilfeinginum.
– Í løtuni liggur eitt sindur eftir til virki av saltaða toskinum, og hetta er tað einasta sum gevur pening í løtuni.

Vilhelm
umskrivaði lógina
Vilhelm Jóhannesen, løgtingslimur, segði at lógin um vinnuligan fiskiskap var alt ov lint orðað.
– Tá lógin um vinnuligan fiskiskap var til viðgerar, setti eg meg at lesa hana úr enda í annan.
– Eftir at hava lisið hana kundi eg við einum pennastroki umskrivað alla lógina til fimm orð. "Landsstýrismaðurinn ger sum hann vil!"
– Hvør einasta paragraff í lógini endar við orðunum; "landsstýrismaðurin hevur heimild í kunngerð at áseta nærri reglur". Eg haldi at lógin burdi verið umskrivað øll sum hon er soleiðis at t.d. tey friðaðu økini vóru ásett í lógini. Allir vita hvar og nær fiskurin gítur.

Jákup prikaði
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, segði at politikararnir vístu seg sum undanstøkkingar tá teir fyrst í 90 loyvdu dønum at smoyggja kvotaskipan oman yvir føroyasku vinnuna.
– Til hetta svaraðu Heini og Vilhelm í kór at danir sum lángevarar fyri kreppulánini kundu seta føryingum treytir, men at táverandi samgongan fekk broytt treytirnar frá m.a. ikki at umfata fría umsetiligheit.
Heini O. Heinesen skeyt aftur ímóti við at siga at hann ongantíð hevði hoyrt reiðarafelagið tosað um burðadygga veiðu, og at tað var alt ov bíligt bara at finnast at politikarunum.

Skeivt at vraka
vrakarastovnin
92 ára gamli, Hans Jacob Justesen, bað um at fáa orði og eftirlýsti orðaskifti um hvussu menn handfara fiskin. Hann greiddi frá hvussu hann hevur upplivað hvussu ymiskt fiskurin verður handfarin frá tí hann er komin um stokkin til hann verður seldur.
– Hann helt at stórsta mistak, sum var hent í føroyskum fiskivinnupolitikki,  var tá vrakarastovnurin var avtikin.

Meginfelagið
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Auðun Konradsson, samanbar við viðurskiftini í Føroyum og Íslandi.
Hann segði at íslendingar hava heimsmet í vánaligum fiskivinnupolitikki.
– Tað byrjaði við at allir fingu umsetiligar kvotur. Hvør smábátur fekk loyvi sum vóru roknað í toskavirði, men sum kundi umroknast til onnur fiskasløg. Hetta førdi m.a. við sær at rikmenn uppkeyptu øll loyvir og hildi var fram til nakrir fáir menn sótu á øllum loyvunum. Skuldin í vinnuni  var at enda komin upp í hálva aðru álíkning og so broyttu teir sum sótu við loyvinum hugburð.
– Teir seldu síðani loyvini aftur í smáum við stórum vinningi.
– Nú eru íslendingar aftur har teir byrjaðu, men einasti munurin er at skuldin hjá flotanum er vaksin.
Auðun var júst heimafturkomin av fundi í Portugal har útróðrarmenn úr 36 londum møttust til fundar. Allir søgdu frá somu støðu, nevnuliga at rættindini hjá strandaveiðumanninum vóru uppkeypt av stóru veiðusamtøkum.

Fiskamarknaðurin roynir at gera øllum til vildar
Kristian Fríðrik Olsen, greidi frá at Fiskamarknaðurin royndi at tillagað seg broytingunum í krøvunum sum vinna setti til marknaðin.
-Vit hava ofta verið kritiseraðir fyri at fiskur liggur ov leingi á gólvinum hjá okkum áðrenn hann verður seldur og tað er partvíst rætt. Men hetta verður ofta gjørt eftir ynski frá keypara sum vil hava betri prís fyri vøruna.
At áhugamálini í fiskivinnuni eru sera ymisk, kom gjølla til sjóndar á fundinum í býráshøllini.

Kaj Leo um "fars-loyvi" hjá Sundaberg
Kaj Leo Jóhannesen tók saman um og kom inn á aktuella málið um at geva JFK trolaranum "Sundaberg" loyvi at framleiða gullaksafars umborð.
– Eg var á fundi í Eysturoynni fyri kortum og har bleiv eg tráspurgdur um tað passaði at sambandsflokkurin ætlaði at geva hetta loyvi til Sundaberg. Um hetta bleiv gjørt so var hettar endin á allari framleiðslu á landi og menn hótti við einum og øðrum. Eg svaraði teimum at eg skuldi til Klaksvíkar og tá kundi eg heilsa norðoyingum. Soleiðis eru ymiskar mótstríðandi áhugamál í vinnuni, og í einum flokki, sum sambandsflokkinum hava tey ymisku økini í landinum mótstríðandi áhugamál.
– Tí fara vit sum politkarar altíð at meta um hvat tænir øllum best, og tí vil eg takka øllum teimum sum hava sagt okkum sína hugsan her á fundinum. Ein lærir einans við at lurta eftir ymiskum sjónarmiðum og tí eri eg ógvuliga fegin um tað sum er komið fram í kvøld, segði formaðurin í Sambandsflokkinum at enda.