Í 2007 segði táverandi samgonga við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum øll fiskirættindi upp til 31. desember 2017. Ein sera viðgongd avgerð. Sum at rykkja teppið undan allari fiskivinnuni, hevur onkuntíð verið tikið til síðani. Men minnist meg rætt, so tók mest sum øll andstøðan undir við hesi avgerð.
Í 2007 segði táverandi samgonga við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum øll fiskirættindi upp til 31. desember 2017. Ein sera viðgongd avgerð. Sum at rykkja teppið undan allari fiskivinnuni, hevur onkuntíð verið tikið til síðani. Men minnist meg rætt, so tók mest sum øll andstøðan undir við hesi avgerð.
Hví bleiv hetta so gjørt? Ein orsøk er at finna í samgonguskjalinum frá 2004, har millum annað hesi orð standa: “..at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindunum … tiltøk at forða “spekulatión” við fiskirættindum …” Harafturat gjørdu nakrar sølur, har skip við fiskirættindum blivu seld fyri ovurhonds upphæddir í mun til skipsvirðið, eisini sítt.
Skiftandi landsstýri, har hesir somu flokkar eisini hava verið við, hava síðani ikki megna at komi við eini fiskivinnunýskipan, og nú, komið er at tólvta tíma, má so nakað henda.
Men av teim trimum flokkunum, sum søgdu fiskirættindini upp, er bert Javnaðarflokkurin í samgongu í dag. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin sita í andstøðu.
Tað liggur tí ein ábyrgd á Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í andstøðu saman við Javnaðarflokkinum í samgongu, at fullføra setningin, teir settu sær í 2007.
Og tað er serliga hvat loyvisskipanini viðvíkur, at ábyrgdin hvílur tungt á hesum báðum flokkum. Tí tað var jú væntandi gjøgnumskygni og spekulation við fiskirættindum, ið fekk teir at taka víðgongda stigið í 2007, at siga øll fiskirættindi upp. Ein nýggj loyvisskipan, sum líkist tí núverandi, kann tí absolutt ikki koma uppá tal.
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum, hvat loyvisskipanini viðvíkur, og tað vit hava hoyrt ført fram av Fólkaflokkinum um tað sama, kann tí ikki takast heilt fyri fult. Tey byggja jú á somu loyvisskipan, sum teir í sínari tíð vrakaðu og søgdu upp.
Verandi samgonga skjýtur upp at selja fiskirættindi á uppboðssølu. Hetta sýnist, at fáa kaldliga móttøku í andstøðuni, og tó. Haldi meginparturin av andstøðuni tekur undir við, at nýggj fiskirættindi verða seld á uppboðssølu. Og vil mann tað, so hevur mann sanniliga tikið undir við uppboðssøluháttinum, tí tað kunnu vera ikki hissini fiskirættindi, sum tá kunnu verða seld á uppboði. Vit kunnu bara hugsa um mongdina og virðið á nýggjum fiskirættindum seinastu fáu árini. Og um botnfiskastovnarnir brádliga taka seg uppaftur, sum í nítiárunum, kann eisini hugsast, at virðismikil nýggj fiskirættindi skulu útlutast. Hesi eru tvey fesk dømi, menn annað óvæntað kann sanniliga eisini henda.
Haldi tí, at uppboðssøla av nýggjum fiskirættindum lættliga kann gerast meira víðgongt enn uppskotið hjá samgonguni, at selja lítlan part av tí, sum svarar til verandi fiskirættindi, á uppboðssølu fyrst árið, og síðani vaksa um tað so líðandi.
At selja fiskirættindi á uppboðssølu er væl váðið, og kann kanska tykjast ótrygt, men enn er tíverri onki annað líkinda uppskot komi fram, sum lýkur setningin Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin settu sær á sinni viðvíkjandi loyvisskipanini.
Men nú er so at vóna, at Tjóðveldi megnar at hjálpa Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum at fullføra setningin, um at økja gjøgnumskygnið og minka spekulatiónina við fiskirættindum, sum teir settu sær í 2007?
Thormund Johannesen
Skipsførari og Skipsverkfrøðingur M.Sc.




