Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnunýskipanin dregur út

Danial Viðoy

Uppskotið til Fiskivinnunýskipan er seinkað tveir mánaðir.

Freistin longd til 1. oktober hjá nevndini at gera uppskot til fiskivinnunýskipan, skrivar Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

Upprunaliga tíðarætlanin hjá nevndini at gera uppskot til nýggja fiskivinnuskipan var, at nevndin skuldi handa sítt arbeiði 1. august 2016.

Við atliti at trongu tíðarkørmunum at gera allar partar av arbeiðssetninginum lidnar og til tess at hava fleiri hoyringar hjá hoyringsbólkunum, hevur nevndin í samráði við landsstýrismannin í fiskivinnumálum valt at tillaga tíðarætlanina.

Fundir við hoyringsbólkarnar verða í september, og nevndin fer síðani at handa landsstýrismanninum frágreiðing, uppskot og tilmæli 1. oktober 2016.

Tað er Fiskimálaráðið, sum hevur sent tíðindini út til miðlarnar, undirritað av Høgna Hoydal, landsstýrismanni í Fiskivinnumálum.

Hava uppboðssølurnar nakað við hetta at gera?

Seinastu tíðina eru fleiri uppboðssølur avgreiddar, og tað eru rættiliga ójavnar røddir á máli um, hvussu hetta hevur eydnast.

Um tað skal ein annarleiðis kós setast út í kortið av hesum, er ósagt.

Men tað er kanska eisini dekan ov nógv at vænta, at nakrir fáir persónar skulu finna út av, hvussu framtíðar fiskivinnan skal síggja út, tá ið fiskivinnan hevur ligið í laka í fleiri harrans ár.

Og tað kann eisini verða trupult hjá fiskivinnunevndini at finna út av eini nýggjari fiskivinnulóggávu, tá flestu teirra ongantíð hava virka í vinnuni, og kanska ikki vita, hvussu snellan dregur, trolarin trolar, útróðrarbáturin setur og hvar fiskurin svimur.