Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnunýskipanin verður løgd fram mánadagin klokkan 16

Helgi Abrahamsen

Fiskimálaráðið bjóðar nú til tíðindafund mánadagin klokkan 16.

Fiskimálaráðið bjóðar nú til tíðindafund mánadagin klokkan 16. Á tíðindafundinum fer arbeiðsbólkurin, sum varð settur at gera tilmæli um nýggja fiskivinnuskipan at handa Høgna Hoydal, landsstýrismanni, teirra tilmælið.

Johnny í Grótinum, sum hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum, fer at leggja fram, og fjølmiðlarnir fáa høvi at seta spurningar.

Tíðindafundurin verður í Smæruni í Havn.