Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fitt av vindi í dag – men nógvur vindur í morgin

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið hevur verið ok í gjár og í nátt. Lítil vindur úr útsynningi, ella har á leið, og nakrir ælingar. Í morgun fer veðrið eisini at vera soleiðis, men ikki í allan dag. Eitt djúpt lágtrýst fer at vitja okkum í dag og í morgin. Tað kemur ímóti Føroyum úr útsynningi. Trýstið í miðjuni væntast at koma heilt niður í 970 um midnáttarleitið í kvøld. Nógvur vindur er rundan um hetta lágtrýst, men meðan vindurin melur skjótt rundan um tað miðskeiðis í Atlantshavi, merkist tað ikki her hjá okkum.

Veðrið hevur verið ok í gjár og í nátt. Lítil vindur úr útsynningi, ella har á leið, og nakrir ælingar. Í morgun fer veðrið eisini at vera soleiðis, men ikki í allan dag.

Eitt djúpt lágtrýst fer at vitja okkum í dag og í morgin. Tað kemur ímóti Føroyum úr útsynningi. Trýstið í miðjuni væntast at koma heilt niður í 970 um midnáttarleitið í kvøld. Nógvur vindur er rundan um hetta lágtrýst, men meðan vindurin melur skjótt rundan um tað miðskeiðis í Atlantshavi, merkist tað ikki her hjá okkum.

Eitt sindur eftir middag í dag koma brúgvaløgini til Suðuroyar, og so ferðast tey norðureftir, til tað regnar um alt landið. Vindurin kemur eisini, tí ættin fer at snara niður í sunnan út á fyrrapartin og yvir í landsynning tíðliga seinnapartin. Vindurin fer at veksa upp í skrið, 15 til 20 m/s, í eina løtu seinnapartin, men hann minkar aftur niður í hvassan vind, 13 til 18 m/s, seinni um kvøldið. Hitin í dag fer at liggja um 6 til 8 stig.

Í nátt minkar vindurin niður í lítið einki úr ymsum ættum, og tað verður turt. Hetta verður, meðan lágtrýstdepilin fer beint fram við okkum. Út á fyrrapartin í morgin fer vindurin at veksa úr vestri. Um middagsleitið er vindferðin farin heilt upp um 20 m/s. Tað er stormur! Nógvi vindurin fer at halda á allan morgindagin. Tað fer at regna allan morgin – morgunin tó undantikin. Hitin í morgin fer at liggja um 6 til 8 stig.

Ein tropisk ódn er ávegis til Føroya av leiðunum við Bahamas. Hetta er restirnar av ódnin Kate, sum hevur ruspað eitt sindur í trøini handan hav. Nakrar veðurstøðir hava spátt, at hon fer at koma nær okkara leiðum hetta vikuskiftið ella tíðliga í næstu viku, men enn er eitt sindur tíðliga at vera so avgjørdur um hana. Vit fara at hava eyguni eftir Kate teir næstu dagarnar.