Veðurforsagnirnar eru ikki av teimum bestu, og sambært Landsverki er longu fitt av vindi nógvastaðni. Við Norðadalsskarð vóru 39 metrar um sekundið í hvirlunum klokkan 11:18 og á Porkerishálsi vóru 33 metrar um sekundið. Á Viðareiðisvegnum vóru 30 metrar um sekundið og í Streymnesi 32 metrar um sekundið.
Men tað er ikki bara vindur í dag. Roknast kann eisini við hálku í Klaksvík, á Kambsdali, á Høgareyni og á Sundi, sigur Landsverk.
Veðurstøðirnar kunnu síggjast her.




