Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjallafípan fýra ár

John D. Olsen

Hugnaligur fýra ára føðingardagur hjá Fjallafípuni

Fríggjadag tann 1.september, var føðingardagur úti í Grøv. Tá fylti Útibarnagarðurin, Fjallafípan, 4 ár.

Dagurin byrjaði við, at øll savnaðust og sungu føðingardagssang. Aftaná fóru tey útum at spæla. Veðrið var ikki av tí besta. Eitt sindur vátt og kalt. Tí var tað avbera gott hjá teimum um middagsleitið, at koma inn og fáa heitan døgurða.

Tá ligið var nakað út á seinnapartin, fóru børnini at pakka gávur upp, sum tey høvdu fingið í samband við fýra ára føðingardagin hjá Fjallafípuni. Í pakkunum vóru ymiskar nýggjar leikur, so sum Lego og bilar.

Áðrenn børnini fóru heim, fingu tey kaku og kaka har tey hugnaðu sær saman við starvsfólkunum og teimum nýggju leikunum.

Í Fjallafípuni ganga um 45 børn. Ellivu starvsfólk arbeiða á stovninum. Tá Fjállafípan, næsta ár, fyllur fimm ár, verða foreldrini eisini boðin við, siga tey í útibarnagarðinum úti í Grøv.