Hesin fiti vakri fuglurin fleyg inn í eitt vindeyga hjá Jóhan David Joensen, Undir Hæddini, í Klaksvík. Jóhan Dávid sigur, at hann helt at onkur tveitti ein stein á vindeygað og fór tí útum at vita. Men tá vísti tað seg at hesin lá illa fyrikomin í túninum. Fuglurin bleiv tikin inn og eftir at hava fingið góða viðferð ernaðist fuglurin aftur, og bleiv sleptur út aftur.
Um fuglin sigur Jens-Kjeld Jensen: Ret almindelig trækgæst og meget fåtallig sommer- og vintergæst. Desuden ynglefund i 1967 og 1972.
Í bókini Fuglar í Norðurhøvum verður sagt um Fjallígðu millum annað: Fjallígða eigur um Norðurum í Norðureuropa og Norðurásia úr Noregi og Svøríki eystur til Kamtjatka. Hon heldur til í nálaskógi og serliga uppi í bjarkarskóginum á háfjøllunum. Um várið síggjast tær onkuntí í apríl-mai og um heistið í september-november. Einstakar eru eisini allan veturin.




