Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjallmenn: Aldurin einki at siga

Jákup Ósá

Áseyðaroyting 2014: 71 og 73 ára gamlir vóru tveir av fjallmonnunum, tá teir vóru á fjalli hósdagin og fríggjadagin í Innistovuhaganum.

At vera á fjalli krevur ofta sín mann og ikki munnu teir vera fáir fjallmenn, sum veruliga merkja hetta á kroppinum, tá harðast leikar á. Men tað er ikki aldurin, sum er avgerandi fyri, hvør kann ganga á fjall ella ikki. Tí tá teir vóru á fjalli í Innistovu, vóru tveir av fjallmonnunum farnir uppum 70 ár. Jógvan Klakkstein er 71 ára gamal, meðan Hanus Lassen er 73 ára gamal. Og teir stóðu einki aftanfyri teir yngru menninir, kanska heldur tvørturímóti. 
Niðanfyri eru nakrar myndir, har teir eru á. Seinni í kvøld koma nógvar myndir frá áseyðaroytingini í Innistovuhaganum í ár.