Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjallmenn spældu skemtidyst

John William Joensen

Í góðveðrinum hósdagin 25 mai spældu fjallmenn skemtidyst á
fótbóltsvøllinum í Klaksvík.

Lagið var gott á monnum og varð hetta ein javnur dystur, men bygdamenninir vóru ikki nóg neyvir, tá teir komu fram í
brotsteigin, og okkurt brotsparkið fór fyri einki, men tað kann henda sjálvt tann besta. Dómari var Absalon Hansen úr Havn og kom hann væl frá dystunum og nøkur gul kort vóru á skránni. Tá dysturin var liðugur var endaliga støðan 5 3 til Klaksvíkingarnar. Aftaná vóru steyp og heiðursmerkini handaði av Andras Joensen úr Gerðum, og hevði hann eisini latið seyðirnar til endamálið.
Aftaná dystin fór Absalon Hansen á vøllin og vísti hann, hvussu gott tað er, at hava góðar hundar. Vit høvdu 5 seyðir inni á vøllinum og brúkti Absalon 4 hundar samstundis, og prógvaði hann, at tað ber til at brúka og hava skil á 4 hundum samstundis. Soleiðis rak hann seyðirnar eftir vøllinum, og stuttligt var at síggja, hvussu væl hundarnir lurtaðu eftir
ordrunum. Absalon hevði ein hvølp, ið einans var 3 mánaðar gamal, og vísti hann serlig evnir.
Aftaná hetta tóku vit til stuttleikar nakrar dunnur inn á vøllin, fyri at  vísa børnunum, at tað eisini letur gera, at reka dunnur við einum seyðahundi. Børnini vórðu stillaði upp á vøllinum, og so rak hundurin ímillum børnini.
Stigtakararnir vóru ógvuliga væl nøgdir við tiltakið, og verður hetta eitt afturvendandi tiltak. Tað vóru heilt fitt av áskoðarum, og eisini vóru fólk komin úr Eysturoynni at hyggja eftir hesum tiltakinum.
Eisini hava vit valt ársins fjallmann 2006. Tað er gjørd ein heildarmeting útfrá avrikinum á vøllinum og á fjalli og tað var eingin ivið hvør tað varð. Ársins fjallmaður 2006 er Jóan Jacob Sirdal, og ársins stuttligasti fjallmaður 2006 er Archibald Black, báðir úr Klaksvík.
Stigtakararnir takka øllum, ið hjálptu til við tiltakinum og at hetta lat seg gera.

Vit kunnu ikki lata vera við takka Klaksvíkar kommunu og KÍ við einari serligari tøkk, tí uttan tey, hevði hetta ikki kunnu lati seg gjørt.

Stigtakararnir:
Vegnað Føroya Seyðahundafelag: Nils Absalonsen, Tródur Petersen av Viðareiði og Jákup Jacobsen úr Haraldssundi.
Vegnað Bygdafelagið Ljósið úr Haraldssundi: Kári í Kongsstovu