Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fjar, og tó so nær

Jóhann Lützen

Leygarkvøldið stóðu norðoyingar saman við sínum landsmonnum fyri fjórðu ferð í tryggari fjarstøðu. Sendingin var tann seinasta av sínum slagi, og tað var tí við einum farra av sorgblídni, at lagt varð til brots. Um eina góða viku byrjar samfelagið varisliga at lata upp aftur, og vit fara at fáa ein gerandisdag aftur, sum minnir um tann, vit høvdu áðrenn smittuna.

Jógvan Andrias byrjaði sum vant við einum stuttum inngangi um Leikalund, hvørs høli vórðu bygd í 1848 úti í gomlu Klakksvíkini, tíggju ár eftir Spaniastovu frá 1838. Bygningurin er framvegis innrættaður, sum hann var, tá hann varð bygdur til gamla Kongaliga Einahandilin, ið ikki virkaði serliga leingi – hann varð avtikin í 1856 –, men hevði sera stóra ávirkan. Talan er um ein tann elsta vinnuliga bygningin í Klaksvík.

Síðani tók Ragnhild Ellingsgaard yvir við lyftinum um, at konseptið var tað sama og eftirhondini væl kenda við samrøðum, upptøkum, tónleiki og undirhaldi annars. Tónleikaliga partinum tóku Rani Nolsøe, Asta Højgaard og Danny Baldursson sær av. Rani Nolsøe blásti bókstaviliga takið av Spaniastovu fyrr í ár, og framførslan leygardagin stóð ikki aftanfyri hana. Afturat sær hevði Rani Jógvan Fróðin Balvindsson og Magna Husgaard, ið hevði gjørt lagið og eisini spældi undir, tá Asta Højgaard seinni í sendingini m.a. sang ein sálm.

Fyrsta samrøðan var við Tummas Lervig, sum varð stigin niður úr sínum formansleikluti í KÍ, og í hetta leygarkvøldið var í Leikalund í funktiónini sum formaður í Havnar- og Vinnunevndini hjá Klaksvíkar Kommunu. Sum heild var hansara arbeiði ikki so nógv merkt av smittuni, annað enn at færri fólk vóru til arbeiðis. Vinnulívið í býnum hevur koyrt væl, tó at útróðrarvinnan var sterkt merkt. Fiskivinnan hevur dugað væl at lagt umvælingar nú, tá minni er at takast við, og í tí stóra og heila drívur vinnan á, tó at tað merkist, at hon er meira varin.

Kommunalt eru allar verkætlanir undir økinum hjá Tummasi framvegis í gongd, og tey hava ongar frámeldingar fingið. Gongd er í øllum, bæði útstykkingum undir Fossum, einum býarplani við økinum kring gamla Kgl. Einahandilin, á mentanarøkinum og tí vinnuliga. Nú samfelagið er ávegis upp í ferð, fer Klaksvíkar Kommuna tað sjálvsagt eisini. Tummas nevndi eisini, at endurnýtsluplássið við Grønhøvda langt um leingi verður tikið í nýtslu. Hetta er gamla Buchwald.

Næsti gesturin var sjúkrahússtjórin (og fyrrverandi bloggarin á Norðlýsinum) Alexandra á Dul, og hon greiddi frá hesum aldudalinum, sum bæði sjúkrahúsið og samfelagið var í. Inni í hesum aldudalinum er nú íkomin ein annar aldudalur, har Coronasmittan nú ger munandi minni um seg, enn hon gjørdi. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi gera tey alt fyri at tryggja, at sjúklingarnir ikki verða smittaðir. Tilbúgvingin hevur gjørt, at tey hava verið noydd at útsett ávísar viðgerðir, sum kunnu bíða.

Hendan tilbúgvingin fevnir m.a. um, at tað ber til at verða kannaður fyri Covid-19 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta var neyðugt, tí tað er ongin loyna, at Norðoyggjar hava verið serliga hart raktar av Corona-virusinum. Í dag eru færri fólk við sjúkueyðkennum og harvið eisini færri, ið biðja um at verða kannað. Akutttilbúgvingin og Skaðastovan eru óávirkaðar av smittuni, legði stjórin dent á, og upplatingartíðin á laboratoriinum er enntá víðkað frá 8-10 til 8-12. Men vitjanir eru ikki møguligar uttan fyri sjúklingar, ið liggja til tað seinasta.

Innslag var úr Suðurkorea, har Gunnvá Gaard situr í sóttarhaldi. Hon greiddi frá eini serstakari uppliving á flogvøllinum. Hon bleiv víst til sóttarhald hjá stjórnini, sum hon ikki vildi í, og bleiv tí eskorterað av løgregluni og koyrd í 3 tímar til eitt kollegium, har hon skuldi sita á einum kamari í 2 vikur og fekk mat 3 ferðir um dagin. Gunnvá upplivdi tað sum at hon hevði mist øll mannarættindi, men eftir at hon fekk fatur á biologisku mammu síni, slapp hon úr stjórnar-sóttarhaldinum og skuldi sita í sóttarhaldi hjá henni í staðin.

Vagn Foldbo, skúlastjóri, greiddi harnæst frá, hvussu latið verður upp aftur á Skúlatrøð. Fyrsti til og við triðja flokk byrjar vanliga skúlagongd 20. apríl, meðan eldru flokkarnir halda áfram við fjarundirvísing sum higartil. Annars fer skúlin at brúka ta nýstovnaðu Coronaráðgevingina, og hølisviðurskiftini verða ongin trupulleiki, tá nú einans tríggir árgangir skulu møta. Alt hetta fáa foreldur og næmingar meira at vita um í komandi viku.

Petur var hjá sálarfrøðingi og var so umhugsin at hava spritt við sjálvur. Hansara trupulleiki var, at pápi hansara hevði gift seg við dóttrini hjá konu Peturi, og tey fáa so ein son, sum er beiggi Petur, ið eisini er abbi beiggja sín. Petur og konan fáa so eisini ein son, ið svágur beiggja hansara, meðan systir pápan er omma hansara, og meðan Petur sjálvur er beiggi son sín, ið er ommubeiggi Peturs, sum á tann hátt er abbi til seg sjálvan. Kona Petur er so pappmamma, mamma, svigarinda, pappdóttir og alt møguligt annað til Petur. Sálarfrøðingurin visti sjálvsagt ráð og Peturi til at drekka víðari. Frálíkt frá Klaksvíkar Sjónleikarfelag. 

Seinasti gesturin var Annika S. Biskopstø, ið hevur lisið sálarfrøði og mentan og var komin í studio at greiða frá teimum meira positivu síðunum av Coronasmittuni. Hon greiddi frá, at hon hevði fingið betri høvi at steðgað á og at vera heima við børnunum, og at tað ikki neyðuga hevur verið ringt fyri samfelagið heldur at taka stikkið úr eina løtu eftir at hava koyrt í ov høgum geari ov leingi.

Hetta var tann seinasta av fýra sersendingum við heitinum “Standa saman í tryggari fjarstøðu” og endað varð við einum heilt nýggjum felagsangi, ið Ragnhild las upp og sum stóð á skíggjanum, meðan hann varð sungin, so at øll fingu sungið við – í tryggari fjarstøðu.

Sendingin kann síggjast her.