Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FJARÐAFESTIVALURIN yvurraskar enn einaferð

John William Joensen

Tvey tey seinastu árini hevur Fjarðafestivalurin prógva at tað er pláss fyri einum kristnum tónleikafestivali.

Tónleikurin hevur verið á sera høgum støði og hevur tað eyðnast at fáa sera góðar bólkar og einstaklingar til Festivalin, hvør minnist ikki avbera góðu konsertina við Michael Tait í 2006 ella Pillar sum í 2007 spældu eina tað bestu konsertina nakrantíð í Føroyum.

Eisini hevur Fjarðafestivalurin lagt seg eftir at náa ein breiðan lurtaraskara og hevur hetta eyðnast fult út á undanfarnu festivalum.

Festivalurin 2008 verður einki undantak tá ið tað kemur til breidd og dygd. Tað hevur eyðnast festivalinum at gera avtalur við nøkur sera spennandi og dygdargóð nøvn og smæðast vit ikki at siga at tað verður stórsta kristna tónleikatiltak nakrantíð í Føroyum.

STEVEN CURTIS CHAPMAN
er uttan iva stórsta navni innan krsitnan tónleik í dag, tí er tað ein æra at kunna hava hann við á festivalinum í ár. Hann borgar fyru pop/rock tónleiki á hægsta støði. Hann hevur selt milliónavís av fløgum og er eitt satt upplivilsi live.

THE ISAACS

eru m.a kend fra Gaither Homecoming. Hetta er bluegrass tónleikur í heimsklassa, eingin ivi um at tað verður eitt satt upplivilsi at hoyra hendan familjubólkin.

LYNDA RANDLE
kenna vit frá hennara vitjan fyri nørum árum síðani tá hon á fullsettum konsertum. Hon er eisini sera kend frá Gaither Homecoming og gleða vit okkum til at hoyra hennara fantastisku rødd á ásins festivali.

WOODY WRIGHT
er kanska ikki tað kendasta navni um okkara leiðir, hann er tó sera kendur “over there”. Hann hevur givi fleir avbera góðar fløgur út og er ein framúrskarandi sang og lagasmiðjur. Hann skrivar fleiri av sangunum sum vit dagliga hoyra frá Gaither Homecoming, ein countrysangari av Guds náði.

SUPERHERO
er ein skotskur rokkbólkur vi fullari ferð er á veg upp eftir. Teir spæla rokktónleik við íblástri frá m.a. U2, Coldplay og Radiohead. Eingin ivi um at unga fólki fær gleði av hesum sera áhugaverda rokkbólki.

Sjálvandi verða fleiri áhugaverdir føroyskir bólkar og solistar á ársins Fjarðafestivali.

Festivalurin hevur í ár avgjørt at avmarka atgongdina. Roknast kann við at sølan av atgongumerkjum byrjar um ena góða viku, so tað ræður um at verað skjótur um tað skal eyðnast at ogna sær eitt atgongumerki.

www.stevencurtischapman.com

http://theisaacs.musiccitynetworks.com/index.htm

www.lyndarandle.com

http://www.woodywright.net/index.php

www.myspace.com/superherouk