Tað sigur Beinta Klakstein, sum er ein av rógvarunum umborð á Páll Fanga við kvinnum, sum rør á ólavsøku fyri aðru ferð hetta kappingarárið.
Tað sigur Beinta Klakstein, sum er ein av rógvarunum umborð á Páll Fanga við kvinnum, sum rør á ólavsøku fyri aðru ferð hetta kappingarárið.
Søguliga sæð hevur Páll Fangi við kvinnum vunnið 6 FM heitir síðani 1973. Hann er 3.mest vinnandi báturin í hesum róðrinum aftanfyri Jarnbard og Gongurólv.
Í ár hevur Páll Fangi róð við á einari stevnu, sum var á Fjarðastevnu, sum er 5. stevnan í kappingarárinum. Beinta Klakstein er ein av rógvarunum umborð.
– Tað bleiv rættiliga knappliga, at vit mannaðu Páll Fanga. Onkrar av okkum høvdu tosað um, at tað hevði verið stuttligt at roynt at manna bátin til onkra stevnu, men tað bleiv ikki til meira. Men so kom Lilly Hansen heim úr Danmark og so kom meira ferð á. Eg vil siga rættiliga nógv ferð á, tí eftir at vit vóru í bátinum fyrstu ferð týskvøld, vóru vit longu meldaðar til stevnu sama leygardag, sum var Fjarðastevna í Vestmanna. Hetta hildu onkrar av okkum vera nakað ørt, men eftirsum vit allar eru royndir rógvarar, so tóku vit møguleikan. Eg má viðganga, at nervarnir vóru nakað nógvir hjá mær undan róðurinum, tí eg hugsaði, hvat nú um hetta verður ordiliga flovisligt. Tó væntaði eg ikki, at tað kundi ganga heilt galið, tí vit nettupp eru royndar og tær flestu íðka eitt ella annað í frítíðini, men ikki rógving. Vit fara so á Fjarðastevnu og enda gott nokk sum nr. 4 av 4 bátum, men vóru sera væl við. Lógu enntá nr. 2 onkra løtu av róðrinum, men mistu í seinastu tøkunum, sigur Beinta Klakstein.
Vilja gera róðurin meira spennandi
Úrslitið á Fjarðastevnu gav teimum umborð á Páll Fanga eina vón.
– Men Fjarðastevnan gav okkum blóð uppá tánna til at taka eina stevnu afturat. Tó var tað ikki so einfalt, tí vit høvdu ikki manning til næstu stevnu, ið var á Vestanstevnu og eina løtu var ivasamt, um vit yvirhøvur hildu áfram. Men tíbetur loysti alt seg og vit hava roynt at vant sum frægast til ólavsøku. Vit vóna at vit kunnu vera við til at gera róðurin meira spennandi, tí í 6. mannaførum hjá kvinnum hava bert verið tríggir bátar við í ár, og tað er alt ov lítið. Sum eg nevndi, so eru vit allar royndir rógvarar, men hava tó ikki róð saman áður. Vit eru úr Klaksvík og Eysturoynni, sigur Beinta Klakstein.
Tær sum rógva við Pálla Fanga á ólavsøku eru: Jessica Halldurdóttir (róðurskvinna) Lilly Hansen, Jenny Olsen, Ragnfríð K.Tórolvsdóttir, Helga S. Jacobsen, Anna Mohr og Beinta Klakstein




