Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjarnám

John William Joensen

Ætlar tú tær undir fjarlestur aftaná summarfrítíðina, so skal tú kivka tær, tí at umsóknarfreistin nærkast í stórum. Freistin at søkja inn á ein hægri skúla í Danmark ígjøgnum kvotu 1 er nevnliga tann 5. juli kl. 12 danska tíð.

Tørvar tær leiðbeining, eitt nú til at finna ta røttu útbúgvingina, vegleiðing í at søkja ella at finna rætta útbúgvingarstuðlin, ert tú vælkomin at tosa við okkum í Fjarnámi.

Vit ráðgeva hvønn dag fram til 25. juni, og tú kanst ringja á 459700 ella skriva ein teldupost til fjarnam@fjarnam.fo og vit avtala eina tíð.

Tá tú er sloppin inn á tína útbúgving stendur Fjarnám opið til tín at brúka sum lestrarstaður, títt campus har tú kannst sita og lesa, skriva uppgávur, fylgja undirvísing gjøgnum internetið og hitta onnur lesandi.