Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjepparaferð: Túrur til Liverpool

John William Joensen

Føroyska Liverpool felagið ætlar aftur í ár at skipa fyri fjepparatúri til Liverpool. Túrurin verður í døgunum 22.-26. novembur

Túrurin felagið ætlar at skipa fyri gevur møguleika fyri at síggja tríggjar ymiskar dystir. Fráferð verður úr Vágunum mikudagin 22. novembur og verður flogið beinleiðis til Liverpool. Heimferð verður úr John Lennon Airport í Liverpool sunnukvøldi 26. novembur.

Á hesum túrinum verður møguleiki at uppliva Champions League dystin millum Liverpool og PSV Eindhoven mikukvøld og Premier League dystin millum Liverpool og Manchester City leygardag. Eisini verður møguleiki, hjá teimum sum ynskja tað, at fara til Premier League dystin millum Manchester United og Chelsea á Old Trafford sunnudagin, áðrenn heimferðina um kvøldið. 

Felagið hevur fingið fatur á trimum húsum við fleiri felags luksus íbúðum, og til tey sum kansa ynskja at búgva nakað bíligari, kann felagið bjóða teimum at búgva á Hotel Alicia, sum er eitt gott hotel. Báðir gistingarmøguleikarnir liggja umleið fimm kilometrar frá miðbýnum í Liverpool.

Meira kann lesast um túrin á www.liverpool.fo og har fer tilmelding fram eisini.