Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjepparatreff á Eiði

John William Joensen

Leygardagin 14. januar, í samband við heimadystin móti Tottenham, skipar Liverpool Føroyar fyri fjeppara-treffi á Eiði.

Føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool FC, sum nú telur fleiri enn 300 limir, skipar aftur nú fyri einum tiltaki. Hesaferð er talan um fjepparatreff á Eiði. Fyrsta royndin at skipa fyri einum slíkum tiltaki var seinasta ár og eydnaðist tað so mikið væl, at nevndin í Liverpool Føroyar hevur avgjørt at endurtaka tað í ár.

Tiltakið verður leygardagin 14. januar. Á skránni er innandura fótbóltur, døgurði á Hotel Lonini og Premier League dysturin Liverpool-Tottenham á stórskýggja í EB-húsinum.
 Skráin fyri dagin er hendan:

09.00-12.00 Innandurafótbóltur
12.30-14.45 Døgurði á Hotel Lonini
15.00-17.00 Liverpool-Tottenham á stórskýggja í EB-húsinum

Tiltakið er einans fyri limir og fer tilmelding fram við at senda meyl til liverpool@liverpool.fo og viðmerkja navn, bústað og aldur. Heiðursmerkir verða latin til nummar eitt, tvey og trý í fótbóltskappingini.
Tað sleppa í mesta lagið 110 luttakarar við til tiltakið, so tað ræður um at skunda sær at tekna seg. Meira kunning um tiltakið er á heimasíðuni www.liverpool.fo.