”Hetta er konsert nummar tvey. Eg havi verið í 1965 og nú kom eg aftur í 2016.”
”Hetta er konsert nummar tvey. Eg havi verið í 1965 og nú kom eg aftur í 2016.”
Millum mongu tilkomnu fjeppararnar, sum høvdu leitað sær á Vágsbø í gjárkvøldið fyri at lurta eftir Cliff Richard, var Oddvá Nattestad úr Havn, sum er ættað úr Gøtu.
Oddvá teknaði seg í 60-árunum í ein enskan fan klubba hjá Cliff Richard, og við á Vágsbøi hevði hon eina tasku, sum var fylt við mongum áhugaverdum minnum um Cliff.
”Hetta er kvittanin fyri, at eg eri blivin limur – í 8 punktum,” sigur Oddvá og flennur, meðan hon vísir kvittanina fram.
”Eg skrivaði inn at eg vildi gerast limur, og so fekk eg alt tilfar um Cliff,” sigur hon.
Goymdi myndir úr bløðum
”Í 1965 í Gøtu – tað kanst tú ætla – vit hildu blaðið Vi Unge, sum hevði alt hetta her. Og so klipti eg hvørt einasta bílat út av Cliff,” sigur Oddvá.
”Og so havi eg gjørt mær eina sovorna ”scrapbók”. – Men hetta er so ófantaligt”. Oddvá vísir fram eina gamla, slitna bók við nógvum útklippum úr gomlum bløðum.
Í taskuni hjá Oddvu eru eisini gamlar plátur frá tíðini, tá hon var 16 – 17 ára gomul. Hon blaðar nakrar av teimum fram: ”Lucky lips”, ”Congratulation”, ”Summer holy day” og aðrar.
”Hetta er bara stuttligt. Eg havi leitað fram úr goymslunum,” sigur hon.
”Og her er eitt jólakort frá 1965, men hann man ána lítið um tað, tí tað er fan-klubburin,” sigur hon.
Fór til Danmarkar á konsert
”Einaferð søgdu teir at hann skuldi halda konsert í Danmark í 1965, og tá var eg niðri til konsertina við Cliff Richard og the Shadows,” sigur Oddvá, sum nú aftur er á konsert – 51 ár seinni.
”Eg vil ikki siga, at eg havi lurtað so nógv eftir honum øll árini síðani tá, men mær hevur dámt hann sera væl, og hann er rættiliga sympatiskur persónur,” sigur hon.
”Og so hevur hann búð í London – hálvan kilometur frá, har sum beiggi mín býr, so eg havi sæð húsini hjá honum. Eg hugsaði einaferð, um eg skuldi gjørt uppá føroyska mátan og ringt uppá hjá honum til ein kaffimunn, men tað riggar ikki ordiliga,” sigur Oddvá og flennur.
Aftaná konsertina hittu vit aftur Oddvu og manninum. Tey vóru sera væl nøgd við konsertina.




