Nú er sera stórur spenningur til steypafinaluna um løgmanssteypið, sum verður leikt leygardagin á Tórsvølli millum KÍ og VÍKING. FJEPPARIN hevur meldað seg upp í stríðið.
Nú er sera stórur spenningur til steypafinaluna um løgmanssteypið, sum verður leikt leygardagin á Tórsvølli millum KÍ og VÍKING. FJEPPARIN hevur meldað seg upp í stríðið.
Sannur fótbóltsfebur er í Klaksvík, nú teir síðan 1999 ikki hava megnað at vunnið hvørki løgmanssteypið ella FM steypið. Klaksvíkingar hava lagt nógv fyri í ár, og sigast má, at teir hava fingið vind í seglini, nú teir liggja á odda í FM stríðinum og skulu leika steypafinalu.
Í Gøtu hevur hyldnast betur. Teir hava verið við teimum seinastu fýra steypafinalunum, og hava teir megnað at vunnið allar. Tó so, nú elta teir KÍ í FM stríðnum.
Føroya bestu fjepparar
Fjeppararnir hjá hesum feløgunum eru millum teir bestu í landinum, um ikki teir bestu. Til steypafinaluna, sum helst verður so fólkafull sum ongantíð áður, fer krútið heldur ikki at verða spart.
Fjeppara-feløgini leggja nógv fyri, og fara at gera sítt til, at tey vinna dystin uttan fyri vøllin.
Í hesum sambandi fer FJEPPARIN at selja konfetti, kreppurullir, floytir og annað við Tórsvøll til bæði KÍ og VÍKINGA fjepparar.




