Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjølbroytt listaframsýning í Gøtu á páskum

Tíðindaskriv

Aftur í ár verður Skúlin við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina í Eysturkommunu. Framsýningin letur upp langafríggjadag kl. 14:00 og er opin til og við 2. páskadag.
Tey ið sýna fram, eru borgarar og onnur, sum hevur sínar røtur ella bústað í Eysturkommunu.

 Í ár eru listafólkini hesi:

  1. Tummas Jákup Thomsen
  2. Torgunn Eliasen
  3. Jens Klæmint Jacobsen
  4. Sabina Poulsen
  5. John V. Petersen
  6. Maigun Solmunde Othamar

Tey flestu hava havt framsýningar áður, og tó er hetta fyrstu ferð hjá onkrum


Framsýningin er opin hesar dagarnar um páskirnar

03/4 – Langi fríggjadagur 14:00 -18:00 fernisering
04/4 – Leygardagur 14:00 -19:00
05/4 – Páskadagur 14:00 -18:00
06/4 – 2. páskadagur 14:00 -18:00