Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fjølmentanarvika á Klaksvíkar bókasavni

Jóhann Lützen

Í samband við Fjølmentanarvikuna vera fleiri tiltøk á Klaksvíkar bókasavni.

 

 

Mánadagin 23. oktober kl. 17.00 verður upplestur á bókasavninum. Í samband við Fjølmentanarvikuna í ár var ein stuttsøgukapping og nøkur av teimum úr Norðoyggjum, sum luttóku fara at lesa sína stuttsøgu á bókasavninum.
Evnið til stuttsøgkappingina er “Heim” og søgurnar skuldu vera millum 1000 og 1500 orð til longdar. Endamálið við kappingini er at varpa ljós á fjølmentan í Føroyum.

 

Mikukvøldið 25. oktober kl. 19.00 verður tiltakið ”Uppliva Filipsoyggjar” á bókasavninum.

Hetta kvøldið verða framløgur, ábit umframt at áhoyrarar hava møguleika at seta spurningar um mentan, mat, trúarlív og annað á Filipsoyggjum.  Eisini fer Jean Dela Cruz Guðjonsson, sum hevur búð í Klaksvík í nógv ár, at hava eina stutta framløgu og greiða frá um føðiland sítt.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið Uppliva Filipsoyggjar, og sjálvandi bjóða vit kaffi, te og okkurt annað forvitnisligt afturvið.

Hósdagin 26. oktober kl. 17.00 til 19.00 verður afturvendandi Málkafein á bókasavninum. Málkafé er ein støkk inn málkafé við sjálvbodnum hjá Reyða Krossi. Tey sjálvbodnu tosa føroyskt við tey, sum ynskja at venja føroyska málið.

Í Klaksvík verður málkaféin annan hvønn hósdag millum kl. 17.00 og 19.00