Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur at fjølmiðla umrøðan av rættarmálinum millum P/F Líraberg og Fiskimálaráðið, hevur givið fólkið eina fatan av at rætturin skuldi taka støðu til hvussu man politiskt hevur umsitið fiskatilfeingið. Men hetta hevur einki við málið at gera tí tann, sum lesur stevningina sær at talan er um eitt sera ítøkiligt mál, ein reint juridiskan spurning.

Tað sum rætturin var biðin at taka støðu til var um fiskimálaráðið tulkar lógina um vinnuligan fiskiskap rætt tá ráðið vísir til at tað sambært lógini ikki hevur heimild til at skrivað út fiskiloyvi til eitt samtak sum ikki eigur skip.
– Og rætturin er komin til tað niðurstøðu at umsitingin í fiskimálaráðnum hevur gjørt sítt arbeiði og tulka lógina rætt – nevniliga at sambært lógini um vinnuligan fiskiskap er eingin heimild at skrivað út fiskiloyvi til eitt samtak sum ikki eigur skip.
– Vit sum arbeiða í fiskimálaráðnum sita ikki og smiðja lógir. Okkara uppgáva er at fylgja teimum lógum sum løgtingið nú einaferð samtykkir líkamikið hvat fólk halda ella meina um lógina. Sum umsiting hava vit einans áhugað í at tulka lógina rætt og niðurstøðan er greið at vit hava tulka lógina rætt og tað eru vit sjálvandi fegin um.