Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjølmiðlakærunevndin virkar ikki

John William Joensen

Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, skrivar í stevning til Føroyarætt at hann einki álit longur hevur á skipanini við fjølmiðlakærunevnd har miðlar sjálvir viðgera kærur móti miðlum. ”Eg meti ikki, at skipanin við fjølmiðlakærunevndini virkar sum hon skal. Eisini er tað ein sannroynd, at Kringvarp Føroya als ikki tykist hava nakra virðing fyri fjølmiðlakærunevndini. Eg kann ikki góðtaka, at tey saksøktu misnýta hetta frælsi til nú í næstan eitt hálvt ár áhaldandi at hava skuldsett og niðurgjørt meg fyri at hava snýtt landskassan – nakað sum eg als ikki havi gjørt.”

Christian Andreasen, sakførari í Hægstarætti, sigur at hetta er uttan samanbering grovasta mál um ærumeiðing, sum hann hevur sæð.

– Fjølmiðlafólkini hava í hesum føri als onga virðing fyri fjølmiðlakæru nevndini og hava enntá úttala at tey leggja einki í um tey verða dømd fongsulsrevsing fyri tað sum tey hava gjørt.

Í tíðindaskrivi fyri løtu síðan boðaði Jørgen Niclasen frá at …… eg havi tikið avgerð um at taka aftur kæru mína til Fjølmiðlakærunevndina. Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki meti, at skipanin við fjølmiðlakærunevndini virkar sum hon skal. …..