Opið Hús er á Tekniska Skúla í dag har tey vitjandi kunnu síggja mongu útbúgvingartilboðini skúlans
Opið Hús er á Tekniska Skúla í dag har tey vitjandi kunnu síggja mongu útbúgvingartilboð skúlans
Hetta er tíðin tá ungu fólkaskúlanæmingarnir skulu gera av hvørja útbúgvingarleið tey skulu taka. Frammanfyri teimum standa hópin av møguleikum og ymsu skúlarnir spenna seg út í hesum døgum við at varpa ljós á júst teirra tilboð.
Tekniski Skúli heldur til í Klaksvík og í dag er sokallað Opið Hús har øll, sum vilja forvitnast um umstøður og útbúgvingar á skúlanum, eru vælkomin. Høvi er at vitja Gymnasialu Tøknibreytina, Serbreytina og Yrkisnám innan Metal-, Timbur- og El. Næmingarnir á Matvøruútbúgvingini greiða harumframt frá møguleikunum innan sítt øki.
Á verkstøðum og royndarstovum kunnu vitjandi alt eftir áhuga síggja ymiskt spennandi, sum næmingar takast við og fáa nærri frágreiðing um útbúgvingarnar.




