Tað hevur gingið ótrúliga væl higartil við fyrireikingunum til nýggja skúvadalshúsið. Í gjár leygardagin var fjórði arbeiðisdagurin, og hvør dagur hevur í veruleikanum verið líka góður. Nú er komið so væl áleiðis, at betong kann koyrast í formarnar og eftir ætlan skal tað gerast í morgin, mánadagin.
Dagurin gekk annars væl. Ein partur av manningini fór eystur kl, 08 á morgni, ímeðan aðrir komu aftaná. Tíðliga seinnapartin, komu Jóhan Klakstein og konan Frida eystur. Tey høvdu gjørt stórt arbeiði, umframt at tey høvdu gjørt døgurða við hús og hartil pannukøkur, so gingu tey allan vegin í Skúvadal við matinum, ið strekti til 20 mans. Tað er ótrúligt hvat so nógvar eldsálir kunnu avrika saman.
Tyrlan skuldi koma við ymiskum amboðum og ymiskum til múrakkerini og annað, men ólukkutíð var toka fyrrapartin, sum tyrlan skuldi koma kl. 11.00. Hetta bleiv tí avlýst tá og tyrlan fór til Suðuroyar, har hon skuldi vera við í einum átaki hjá ítróttarskúlanum har. Men beint eftir middag lætti tokan. Tyrlumanningin var sum ikki einaferð beinasom og nýtti høvið at koma norður aftur og flyta okkum útgerðina eystur. Hetta gjørdi at vit kundu gera okkum liðnar til stoypingina í morgin.
Her nakrar myndir frá í gjár:




