Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjórðingsfinala í steypakappingini: KÍ – Skála: Verjurnar vóru betri enn álopsleikararnir

John William Joensen

Hóast spælið til tíðir fleyt hampuliga á egnari hálvu, so staðfesta hagtølini fyri teir 120 minuttirnar, sum hesin dysturin vardi, at KÍ var rættiliga tannleyst, tí meðan KÍ bert 4 ferðir hevði beinleiðis royndir á mál, sum raktu málið, so hevði Skála 10 av slagnum.

Formuladeildarliðið hjá KÍ yngist í hvørjum, og hóast felagið bæði úrslitaliga og venjuleiðslarliga má metast at vera í eini kreppu, so er ein lækkandi miðalaldur samstundis nakað positivt, havandi framtíðina í huga.

Liðuppstillingin
hjá KÍ var sum vant við Meinhardti Joensen í málinum.
Miðverjuna mannaðu Jan Andreasen og Steffan Kalsø, ið sostatt fekk møguleikan á hesum plássi fyri fyrstu ferð á Formuldeildarstøði. Ein kombinatión, sum samanumtikið gekst væl.
Vinstri bakkur hjá KÍ telist millum teir yngstu á liðnum, men longu nú eftir bert fáar dystir spælir Sigmund Jacobsen sum ein rutineraður leikari á hesum plássi.
Í hinum borðinum leikti Harley Bertholdsen sum høgri bakkur.
Mitt fyri á miðvøllinum leiktu hesaferð: Símun Joensen og John Hammer, sum fyri fyrstu ferð fekk kjansin á besta KÍ-liðnum. Hann skuldi annars byrja á bonkinum, men undir upphitinginin fekk Kristian á Lakjuni trupulleikar, og so varð John í síðstu løtu tveittur fyri leyvurnar av Skála.
Í álopinum var Erling Fles fyri fyrstu ferð viðaftur eftir skaðafráveru í nakrar dystir, og saman við honum var toppskjúttin vestan úr Ameriku: Paul Clapson.

Skiftingarnar
hjá KÍ í dystinum vóru:
í 75. minutti, tá Kristoffur Jakobsen kom inn fyri Erling Fles, og
í 82. minutti, tá Leon Bjartalíð kom inn fyri John Hammer.

Trygvi fleiri
yngri leikarar

Eftir at Tony Paris var farin úr venjarastarvinum, var tað Trygvi Mortensen, sum stóð fyri liðnum í hesum dystinum.
Hóast KÍ teir seinastu dystirnar í alsamt størri mun hevur mannað seg við yngri leikarum, so var tað eyðsýnt hendan dystin, at Trygvi hevði funnið onkrar nýggjan ungan leikara inn á liðið, eins og onkur av teimum yngru leikti á nýggjum plássi
Miðalaldurin hjá KÍ-leikarunum, sum komu á vøllin var hesaferð áleið 24,8 ár, sum er eitt heilt lítið vet hægri enn í dystinum á Argjum ímóti AB, men so skal havast í huga, at KÍ hendan dystin hevði Oddmar á Lakjuni (20 ár) og Høgna Madsen (22) leikbannaðar, og at Kristian á Lakjuni (24) var skaddur.
Telja vit hesar persónarnar uppí afturat, lækkar miðalaldurin niður í áleið 24,3 ár, og tað er óivað tann lægsti miðalaldurin hjá KÍ higartil í ár.
Formuladeildarliðið hjá KÍ, sum fyru stuttum soældi ímóti AB á Argjum, hevði ein miðal aldur á 24,6 ár.

Áleið sama
spælskipan
Tað vildið verið ov nógv at kravt av einum spildurnýggjum venjara sum Trygva Mortensen til hendan dystin, at hann skuldi seta síni eyðkenni á KÍ-liðið, og tað gjørdi hann heldur ikki, burtursæð frá einstøkum plássum í liðuppstillingini.
Eitt nú var tað merkisvert, at nýggi fyribils venjarin – hóast manglandi breiddina í hópinum í løtuni – valdi at byrja við eitt nú Kristoffuri Jakobsen á beinkinum. Júst hetta er nakað, sum fyrrverandi venjarin hevur verið kritiseraður fyri, eitt nú at almennum fótbóltsviðmerkjarum í loftmiðlum.
Viðvíkjandi leikinum skal sigast, at KÍ til tíðir í dystinum gav sær eitt sindur av stundum at spæla saman afturi í egnum rekkjum, men ofta valdu leikararnir at spæla bóltin nokkso skjótt (og eisini langt) fram eftir vøllinum.
Fyrr í ár hevur verið ført fram, at KÍ ikki hevur verið nóg álopssinnað, og nakað tað sama kann verða sagt um KÍ-liðið hendan dystin. Eitt nú var tað eyðsýnt, at Skála, tá teir lupu á, oftast hevði fleiri fólk við fram í álop, enn KÍ hevði í sínum álopum. Hetta trekti tenninar úr flestu av KÍ-álopunum, tí ein ella tveir leikarar høvdu sjálvandi ikki nógvar møguleikar ímóti væl mannaðu Skálaverjuni.

Ein skerdur
leikarahópur
Tá omanfyrinevnda er sagt, skal beinanvegin leggjast afturat, at KÌ í løtuni framvegis hevur ein skerdan leikarahóp, og hetta merkis sjálvandi støðuna og møguleikarnar hjá liðnum.
Hóast Erling Fles (eftir skaðafráveru) og Símun Joensen (eftir leikbann) fyri fyrstu ferð vóru við aftur á KÍ-liðnum, so var framvegis talan um ein skerdan hóp av KÍ-leikarum.
Kaj Ennigarð er framvegis úti við skaða í knæ-liðbondunum.
Kareem Smith farin av landinum.
Chris Cerroni tað sama.
Høgni Madsen er leikbannaður.
Kristian á Lakjuni var (er) smáskaddur.
Oddmar á Lakjuni var leikbannaður.
Eingin ivi er um, at stóra mannfallið í hópinum hevur havt og hevur stóra ávirkan á møguleikarnar og úrslitini hjá KÍ, og hendan dystin var tað serliga saknurin á skapandi leikarum frameftir vøllinum, sum gjørdi seg galdandi.

Ov fá skot frá
KÍ raktu málið

Um vit bera hesa kvartfinaluna við áttandapartsfinaluna í Gøtu fyri stuttum, so var KÍ munandi meira málsøkið í tí dystinum.
4-1 sigurin talan fyri seg sjálvan, men eisini talið av skotum, sum raktu mál, siga tað sama. Ímóti Skála rakti KÍ málið bara 4 ferðir íalt, meðan liðið rakti málið heilar 11 ferðir ímóti GÍ.
Hinvegin var talið av skotum inn fyri málið hjá mótstøðuliðnum næstan til punkt og prikkar tað sama sum í dystinum í Gøtu, so spælistílurin er ikki heilt ólíkur framvegis, kann sigast, hóast effektiviteturin og málsøknið fyrr í ár hevur verið munandi betri.
Tað, at raka málið hjá mótstøðuliðnum íalt 4 ferðir í heilar 120 minuttir, ber ikki júst boð um tann mest ræðandi álopsfótbóltin, men sjálvandi kann hetta skjótt broytast – tað er jú púrt eingin tíð fráliðin enn síðan brádliga venjaraskiftið.

Málini
í dystinum vóru eingi í sjálvari leiktíðini, hvørki í tí vanligu ella tí longdu, og so mátti ein brotssparkskapping gera av, hvat av liðunum slapp víðari í semifinaluna.

Skála fekk fyrra skotið, og hesir royndu seg úr 11 metrum:

Aleksandur Johansen skoraði 1-0
Heðin á Lakjuni skoraði 1-1
Levi Hansen skoraði 2-1
Kristoffur Jakobsen skoraði 2-2
Kaplanovic skoraði 3-2
Símun Joensen skoraði 3-3
Rúni Rasmussen skoraði 4-3
Gunnar Nielsen skoraði 4-4
Rói Jacobsen skoraði 5-4
Meinhardt Joensen skoraði 5-5
Pætur Dam Jacobsen skoraði 6-5
Jan Andreasen fekk ikki mál ….

Sostatt varð greitt, at Skála vann hesa hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið og er víðari í kappingini saman við EB/Streymi, HB og VB/Sumba.

Harleyfacadeacryl