Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjórðingsfinalurnar: Tipping

Jákup Ósá

Sunnudagin vera fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið leiktar.

B68-ÍF kl. 17.00

B68 tykist blíva eitt lið, sum verður torført at spæla ímóti á Svangaskarði. Burtursæð frá B36 dystinum, har teir mistu ein leikara, so hevur talan verið um javnar dystir á Svangaskarði. ÍF tykist hava leiklutin í ár sum tað óstøðuga liðið, har man ongantíð veit, hvat man kann væntað. Ein líknandi leiklutur sum EB/Streymur hevði í fjør. Hendan eysturoyar uppgerðin verður mest sannlíkt sera jøvn. ÍF hevur størri kvalitet í sínum hópi og vita, hvat tað er at koma langt í steypakappingini. Tipping: 2

AB-HB kl. 16.00

Eitt AB lið uttan álitismannin í verjuni Morten Overgaard og uttan álitismannin í álopinum Jóan Símun Edmundsson er ikki nakað ræðandi lið, og tað hevur tað eisini víst seg í ár. Tað er ov ójavnur kvalitetur á liðnum og venjaraskiftið hevur enn onga jaliga effekt havt. Tað tykist sum AB leitar eftir sær sjálvum við stóru útskiftingini. HB hevur eisini havt nógv skuffandi avrik í ár, men úrslitini hava ikki verið av leið. Nú skal HB langt í steypakappingini, har liðið einki nevnivert hevur víst í fleiri ár. Tryggur sigur til HB á Argjum. Tipping: 2

EB/Streymur-NSÍ kl. 16.00

EB/Streymur er steypaliðið av øllum og tí ein favorittur á heimavølli móti NSÍ. Sum skilst var NSÍ betra liðið, tá liðini møttust á sama vølli seinasta mánadag. NSÍ tykist eisini vera eitt lið, sum gevur øllum góða mótstøðu og sum á rætta degnum kann vinna móti øllum. Men ein steypadystur við Margáir kann ikki enda við øðrum enn, at EB/Streymur spælir seg víðari til hálvfinaluna. Tipping: 1

Víkingur-KÍ kl. 16.00

Størsta brakið av øllum verður í Sarpugerði. Víkingur og KÍ spæla sum oftast ferðmiklar og undirhaldandi dystir, har tað ofta eisini verður spælt hart. Hesaferð fara bæði liðini helst at leggja nógv fyri, tí so nógv stendur uppá spæl. Víkingur hevur fyrimunin við heimavølli og størri siðvenju í steypakappingini, meðan KÍ hevur fyrimunin av, at liggja væl frammanfyri í landskappingini og hevur eisini vunnið móti Víkingi fyrr í ár, hóast Víkingur leikliga var omaná tann dystin. Bæði liðini hava higartil verið veik við deyðbóltum ímóti, so tað kann hugsast, at deyðbóltarnir koma at avgera. Heimavøllurin og steypa siðvenjan hjá Víkingi vigar meir enn støðan í landskappingini í okkara tipping. Tipping: 1