Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggað varð í hálvari stong

skulatrod.fo

Nú skúlagarðurin millum bygningarnar er liðugur, og alt hevur fingið sítt pláss, bleiv flaggstongin sett uppaftur mánadagin.

 

Fyrstu ferð Merkið varð vundið á stong, eftir alt arbeiðið í skúlagarðinum, varð flaggað í hálvari stong. Hetta var til jarðarferðina hjá Boga á Steig, fyrrverandi tannlækna í Barnatannrøktini í Klaksvíkar Kommunu.

Bogi á Steig hevði verið leiðari í Barnatannrøktini í Klaksvíkar kommunu í 40 ár, tá hann í 2015 fór frá fyri aldur. Hann hevur sostatt havt øll skúlabørnini í Klaksvík og Norðuroyggjum undir hond øll hesi árini. Bogi á Steig hevur havt fleiri tilknýti til skúlan. Hann hevur verið skúlatannlækni, makin hjá Rannvá Joensen deildarleiðara og verfaðir hjá Jónleif Johannesen, skúlastjóra á Skúlatrøð.

Vit á Skúlatrøð vilja vísa teimum avvarðandi okkara djúpastu samkenslu.