Hósdagin 25. apríl, skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn. Skrúðgongan byrjar klokkan 15, har Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður frá Kommunuskúlanum oman á Vaglið, har Heini Davidsen heldur flaggdagsrøðuna.
Hósdagin 25. apríl, skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn.
Skrúðgongan byrjar klokkan 15, har Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður frá Kommunuskúlanum oman á Vaglið, har Heini Davidsen heldur flaggdagsrøðuna.
Flaggfundir hava verið á Vaglinum henda dag í 1941 og 1942, men so var ein steðgur til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók henda siðin uppaftur.
Havnar Hornorkestur er stovnað 13. februar 1903 og er tískil eitt av elstu tónleikafeløgum í Føroyum. Orkestrið hevur 110 ára jubileum í ár og varð hettar hátíðarhildið við stórfingnari konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 9. Februar.
Dýra biðidag heldur hátíðarhaldi fram við Musikkstevnuni 2013, ið Havnar Hornorkestur eru vertir fyri í ár.
Havnar Hornorkestur vann evropameistarakappingina fyri hornorkestur (b-bólkurin) í 2004 og bleiv nummar 2. í 2006. Síðan 2006 hevur orkestrið ikki luttikið í altjóða kapping. Í 2011 varð Havnar Hornorkestur kosið best spælandi orkestur á Musikkstevnuni 2011, ið varð hildin í Norðurlandahúsinum.
Daglig húsast orkestri í Íshúsinum, aftanfyri Reinsaríði og við síðuna av Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn.
Vinaliga vegna Havnar Hornorkestur,
Kjartan Festirstein Andreasen
Formaður
Ove Olsen
Dirigentur




