Flaggdagin, 25. apríl 2013, kl. 14:00 verður flaggdagshald í Vágstúni, har Annika Sølvará fer at flyta fram røðu.
Flaggdagin, 25. apríl 2013, kl. 14:00 verður flaggdagshald í Vágstúni, har Annika Sølvará fer at flyta fram røðu.
Eins og mong undanfarin ár skipa skótarnir fyri flaggdagshaldinum í Klaksvík. Haldið verður í Vágstúni.
Eftir flaggdagshaldið bjóða skótarnir til drekkamunn í KFUM & K, har eisini verður skipað fyri mat- og køkutombola til tess at savna pening inn til arbeiðið hjá skótunum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um veðrið ikki er til vildar, verður flaggdagshaldið hildið inni í KFUM & K.




