Týsdagin 25. apríl kl. 13.30 skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi við krokkvøllin
Týsdagin 25. apríl kl. 13.30 skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi við krokkvøllin
Úlvar, skótar og leiðarar møta í skótahúsinum kl. 13.00 – í búna. Øll eru vælkomin við í skrúðgonguna, sum fer frá skótahúsinum kl. 13.00
Mariann Poulsen, varaskúlastjóri í Eysturkommunu, flytur fram røðu. Fuglafjarðar Hornorkestur spælir.
Aftaná verður kondibingo og vit bjóða vaflur og kaffi í kjallaranum í missiónshúsinum.
Vit hava valt at fara í missiónshúsið aftaná, tí wcini í skótahúsinum verða gjørd av nýggjum í løtuni.
Hendan umvælingin er sjálvandi kostnaðarmikil, og vóna vit tí, at nógv fólk vilja stuðla okkum til kondibingo.
Verið hjartaliga vælkomin:-)




