Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggdagshald í Oslo

Helgi Abrahamsen

Flaggdagurin verður ikki bara hildin í Føroyum í dag. Eisini í norska høvuðsstaðnum, Oslo, verður skipað fyri flaggdagshaldi. Tað er vinafelagið Norsk-færøysk lag sum skipar fyri haldinum, ið er fyri føroyingum og øðrum áhugaðum.

Haldið verður á Abbediengen Hovedgård, ið er høvuðsskrivstovan hjá norska Norrøna Felagnum: Foreningen Norden, Harbitzallen 24, 0275 Oslo.

Har fer millum annað rithøvundurin og miðlamaðurin Ottar Fyllingsnes at hava hugleiðingar um føroyingar og Føroyar. Hann hevur í vár lagt seinastu hond á eina bók um Føroyar. Bókin kemur út seinni í vár.